Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um prísirnar hjá SEV. Eingin vil hava hægri streymprís, og tað er væl skiljandi.
Av tí at eg kenni lítið til fíggjarliga partin av SEV, skal eg ikki taka støðu til, hvør prísur er tann rætti, men eg kenni meg sannførdan um, at um vit einki gera á orkuøkinum, so fara streymprísirnir at fylgja oljuprísunum, sum tíverri altíð eru á veg upp eftir (sæð yvir eitt longri tíðarskeið). Tí er umráðandi, at SEV sleppur at halda fram við arbeiðinum at leggja um til varandi orku. Vit mugu gera okkum so leys av oljuni sum til ber.
Undir samgongusamráðingunum á heysti í 2008, løgdu vit í Sambandsflokkinum stóran dent á, at tiltøk skuldu setast í verk, fyri at menna varandi orkukeldur. Hesum tóku hinir samgonguflokkarnir undir við. Í samgonguskjalinum stendur: ”Varandi orkukeldur skulu mennast, eitt nú sjóvarfalsorka, vindorka, sólorka, alduorka, vatnorka og jarðhiti.”
Bert 29 prosent av føroysku el-framleiðsluni í 2010 var grundað á varandi orku. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað eru oljuprísirnir, sum avgera, hvussu nógv tað kostar at framleiða el-orku.
Tað nyttar lítið, at fólk seta elektriskar hitapumpur upp á húsaveggirnar, fyri at spara olju, um el-orkan, sum rekur hesar hitapumpurnar kemur úr einum oljutanga á Sundi. Orkupolitiskt svarar tað stórtsæð til at flyta oljutangan. Kemur el-orkan harafturímóti frá varandi orkukeldum, so er nógv vunnið.
Hvussu nógv SEV kann gera við at menna varandi orkukeldur, uttan at hækka prísirnar, veit eg ikki, men tað er sera umráðandi, at arbeiðið við hesi menning sleppur at halda fram. Annars verður tað bara ein spurningur um tíð, til vit fáa eina nógv størri el-rokning við postinum.









