Vit spara allastaðni fyri at kunna lækka prísin

Atlantsflog skerjir raksturin og tað rakar eisini játtaninia til stuðul til ymisk tiltøk

- Vit eru í ferð við at endurskoða allan raksturin hjá Atlantsflogi. Tað fer at føra skerjingar við sær eisini á játtanini, vit hava at stuðla ymsum tiltøkum við.

Tað sigur Allan Skaalum, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi.


Seinastu nógvu árini hevur Atlantsflog brúkt nógvar pengar upp á at stuðla tiltøkum av øllum handa slagi.
Men tað er ein farin tíð og tað er ikki væntandi, at Atlantsflog fer at vera líka gávumilt í framtíðini, sum tað hevur verið higartil.

Fyri eini løtu síðani endurgóvu vit Gudmund Djurhuus her á info fyri at siga, at tað kom sum eitt sjokk, at Atlantsflok hevur skert stuðulin til føroyska tónleikafestivalin í Keypmannahavn, so nógv, at tað allarhelst verður neyðugt at skerja skránna.

 

Les eisini: Hetta kemur sum eitt sjokk

 

Allan Skaalum staðfestir, at Atlantsflog var stórur stuðul hjá Mittland í fjør.
 
- Vit stuðla eisini í ár og tað er rætt, at stuðulin er skerdur afturímóti í fjør. Men kortini er talan um ein munandi stuðul, sigur sølu- og marknaðarleiðarin.

 

- Henda avtalan um hvussu Atlatsflog stuðlar Mittland í ár, er gjørd tíðliga í ár og vit eru ikki sørt bilsin av, at hetta nú skal koma sum eitt sjokk fyri fyrireikararnar, tí talan er hóast alt ikki um smáar upphæddir. vit stuðla við, sigur Allan Skaalum.

 
Hann sigur, at Atlantsflog er í eini broytingartíð, har allar útreiðslur, eisini tann stuðul, felagið letur til ymisk endamál, verða endurskoðaðar.

Men støðan er framvegis tann, at Atlantsflog stuðlar framvegis nógvum tiltøkum nógv.

 
Kortini skerst ikki burtur, at vit kanna alla tíðina eftir, hvussu raksturin kann skilbøtast og í hesum sambandi verður støðan eisini tann, at framyvir fer Atlantsflog at gera meiri burtur úr at velja, hvørji tiltøk, vit velja at stuðla.

 
- Vit fara at vera nógv meiri úrveljandi í okkara stuðulspolitikki, sigur hann.
Hann vil ikki seta krónur og oyru á, hvussu nógv Atlantsflog stuðlar fyri í ár, ella hvussu nógv, tað verður í framtíðini. Hann vil heldur ikki siga, um hetta fer at raka aðrar festivalar, ella, hvussu stuðulin yvirhøvur fer at verða latin.

- Tað er ein tilgongd, vit eru í beint nú og hon er ikki liðug.

 
- Men vit eru ógvuliga tilvitað um, at vit eru ein rættiliga stór fyritøka í Føroyum og tað er eingin ivi um, at vit tískil føla eina skyldu á okkum at stuðla, har vit halda tað vera rætt, uttan at vit fara at breiða okkum so víða, sum vit hava gjørt higartil, sigur Allan Skaalum.

- Men vit fara at effektivisera og tátta í, hvat rakstrinum viðvíkur, og tað fer eisini at raka okkara stuðulsjáttan, leggur hann afturat.

Men hann sigur eisini, at tær avtalur, Atlantsflog hevur gjørt, sjálvandi verða hildnar.
 

Og orsøkin til, at Atlantsflog táttir í raksturin, er við tí fyri eyga at kunna lækka prísin á ferðaseðlum so nógv sum gjørligt.
 
- Tað er eitt ógvuliga sterkt ynski frá føroyingum at fáa bíligari ferðaseðlar. Og tað ynski er nógv sterkari enn ynski um at vit skulu stuðla so nógvum tiltøkum, vit hava gjørt, sigur Allan Skaalum.
 
- Við at effektivisera og spara í rakstrinum ber til at seta prísin á ferðaseðlum niður, leggur hann afturat.