Vit sleppa ikki undan at onnur blanda seg upp í fosturtøku í Føroyum

Tað verður ikki ST sum sleppur at gera av um vit skulu hava fría fosturtøku, sigur Poul Michelsen

Sum partur av altjóða samfelagnum sleppa vit ikki undan, at onnur blanda seg í føroysk viðurskifti, heldur ikki í spurninginum um fosturtøku.

 

Tað heldur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Jógvan á Lakjuni hevur spurt hann, hvussu tað ber til at sjálvt  nevndir undir ST hevur lagt seg út í fosturtøkulógina í Føroyum. Mannarættindanevndin undir ST hevur nevniliga meiri enn eina ferð átalað, at kvinnur í Føroyum ikki hava fría fosturtøkum akkurát sum kvinnur í Danmark og Grønlandi, hava. 

Annars staðfestur landsstýrismaðurin, at rætturin til fría fosturtøku er ikki staðfestur í nøkrum sáttmála um mannarættindi. Hinvegin meta fleiri mannarættindafelagsskapir, og eisini ST-nevndir, at talan er um brot á mannarættindini at nokta kvinnum fosturtøku, serliga í førum, har kvinnan hevur verið fyri neyðtøku ella blóðskemd, har fostrið ber álvarslig brek og tí ikki fer at liva, ella um fysiska ella sálarliga heilsan hjá kvinnuni er í vanda, orsakað av barnsburði. 


 

ST-nevndirnar eru tó bert ráðgevandi, og limalondini eru tí ikki bundin at fylgja tilmælunum, leggur hann afturat.

 

Spurningurin um, hvørji atlit viga tyngst, rætturin hjá fostrinum ella rætturin hjá  kvinnuni, er ein torførur spurningur, sum semja ikki er um, sigur Poul Michelsen.

 

Hann sigur, at tað er kortini greitt, at bæði hjá mannarættindadómstólinum í Evropa, og soleiðis sum altjóða sáttmálar verða tulkaðir, verður fosturtøka í alt størri mun mett sum ein mannarættur í teimum førum, kvinnan hevur verið fyri neyðtøku ella blóðskemd, har fostrið ber álvarslig brek og tí ikki fer at liva, ella um fysiska ella sálarliga heilsan hjá kvinnuni er í vanda.

 

Hinvegin eru tað felagsskapir sum vísa á rættin til lív, sum verður staðfestur í grein trý í Heimsyvirlýsingini hjá ST, har tað stendur at »Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd«. Hesir felagsskapir tulka tað soleiðis, at hetta er galdandi frá teirri løtu, eggið er gitið.

– Lond, ið hava avmarkingar í fosturtøkulógini, eru undir politiskum trýsti, ikki bert innanlands, men eisini frá altjóða felagsskapum sum ST og Evroparáðnum, sigur Poul Michelsen

 

Føroyar eru partur av heimssamfelagnum, og tí slepst neyvan undan, at altjóða felagsskapir, og stovnar, hava áhuga í føroysku fosturtøkulógini, sum er frá 1956 og víkir munandi frá tí norðurlendsku lóggávuni, leggur hann afturat. 



 

– Sum partur av altjóða samfelagnum sleppa vit ikki undan, at onnur blanda seg í føroysk viðurskifti. Vit hava sjálvi gjørt av at taka undir við ST-sáttmálunum á mannarættindaøkinum og sostatt hava vit bundið okkum til at samskifta við ST um hesi viðurskifti, sigur Poul Michelsen.

 

Poul Michelsen staðfestur kortini, at tað skal kortini eingin ivi vera um, at tað er í Føroyum, at avgerðirnar verða tiknar um, hvussu vit skipa okkara samfelag

– Og soleiðis skal tað framhaldandi vera, leggur hann afturat.

 

– Eg haldi tó ikki, at tað ger nakað, at vit lurta eftir øðrum. Vit mugu ganga út frá, at serfrøðinganevndirnar hjá ST eru væl skikkaðar, og at tilmælini eru fakliga grundað, sigur Poul Michelsen.

 

Tilmælini hóska tó ikki altíð til føroysk viðurskifti, og tað er heldur ikki altíð undirtøka fyri teimum, og ein orsøk til tað, er, at tey síggja ikki málini í einum samanhangi, sigur Poul Michelsen.

 

–  Eg veit tó, at fleiri av tilmælunum á barna- og brekøkinum hava verið nýtt sum grundarlag fyri at menna hesi øki í Føroyum, so okkurt gott fáa vit burtur úr samskiftinum við serfrøðinganevndirnar hjá ST, sigur Poul Michelsen.