Aftur í ár er Tórshavnar kommuna við í heimsumfatandi átakinum Earth Hour 60+. Hendan tíman fara milliónir av menniskjum kring allan knøttin at sløkkja ljósið fyri at vísa heimsins politikarum, at tey vilja hava ein enda á globalu upphitingini, sum hóttir umhvørvið.
Í ár verður hesin tímin leygarkvøldið 31. mars frá kl. 20.30-21.30. Tórshavnar kommuna fer at sløkkja gøtuljósini í allari kommununi undantikið í Norðradali, Syðradali, Kaldbaksbotni og á Sundi. Tórshavnar Havn sløkkir øll ljósini á havnaøkinum í Tórshavn. Nærri kunning kemur um hetta seinni.
Hetta átakið Earth Hour byrjaði í Sydney, Australia, í 2007, tá 2.2 mió. fólk sløktu ljósið í ein tíma fyri at vísa umhvørvinum ans. Longu í 2008 var hetta vorðið til eitt heimsumfatandi átak, har 35 lond luttóku. Í fjør vóru 135 lond við, og í ár verður talið væntandi hægri.
Samstundis sum Tórshavnar kommuna er við í átakinum Earth Hour, fer kommunan at mæla øllum borgarum, virkjum og øðrum at gera tað sama, at sløkkja ljósið í hendan tíman leygarkvøldið 31. mars.