- Vit skulu vera væl skipaðir

Tað sigur venjarin hjá Valletta við maltesiskan miðil undan seinna undankappingardystinum í Champions League í Gundadali í kvøld.

Valletta úr Malta hevur ein lítlan fyrimun undan Champions League-undankappingardystinum í Gundadali ímóti B36 í kvøld. Fyrri dysturin endaði við teprum 1-0 sigri til Valletta, men allar súður eru ikki syftar enn, sigur venjarin hjá Valletta við maltesiskan miðil.

 

- Í hesum undankappingardystunum er tað sera týdningarmikið at vinna uttan at lata mál inn. Tað gjørdu vit í fyrra dystinum, men enn eru 90 minuttir við hørðum arbeiði eftir, sigur venjarin hjá Valletta, Paul Zammit, við Times of Malta.

 

Paul Zammit væntar tó, at dysturin í kvøld verður nakað øðrvísi. Hann væntar eitt nógv meira álopssinnað lið enn tað, sum Valletta spældi ímóti í Malta. 

 

- B36 spældi sera verjukent í fyrra dystinum, men tað er ongin ivi um, at tað verður eitt meira álopssinnað lið í kvøld. Í fyrra dystinum hevði B36 fleiri av sínum offensivu leikarum á bonkinum, men eg ivist ikki í, at fleiri av hesum byrja inni í kvøld, sigur Paul Zammit.

 

- Men óansæð hvussu B36 spælir, so skulu vit dúva upp á okkara styrkir. Okkara størstu styrkir hava altíð verið disiplin og góði, taktiski bygnaðurin á liðnnum, sigur Paul Zammit við Times of Malta.

 

Seinastu orðini frá maltesiska venjaranum eru, at hann væntar ein truplan dyst.

 

- Vit skulu vera róligir, tá ið vit hava bóltin og royna at halda upp á hann. Dysturin verður sera trupul, men vit hava gott mót, sigur Paul Zammit at enda.