Vit skulu vera stolt

VINNUDAGUR: Vit skulu vera stolt av teimum virkjum, sum ganga væl, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag

Hugburðurin til vinnulív er nógv broyttur, síðani vit hildu fyrsta vinnudagin fyri 13 árum síðani.

 

Tað staðfestir Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, nú hann bjóðaði einum fullsettum Norðurlandahúsið vælkomnum til Vinnudagin.

 

Fyri 13 árum síðani var tað Havsbrún, har Bergur Poulsen sjálvur var stjóri, sum varð ársins virki.

 

Og Bergur Poulsen minnist, hvussu nógvar skolur tey fingu nógva staðni.

 

- Vit luktaðu, vit larmaðu og vit dálkaðu, sigur hann.

 

- Tá á døgum mátti tað næstan tigast í hel, at ein fyritøka stóð seg væl, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Bergur Poulsen sigur, at tíbetur er tað nógv broytt nú og hann heldur, at kanska hevur vinnudagurin ein part av æruni fyri tað.

 

- Tað er nettupp endamálið við vinnudegnum at geva okkum stundir at gleðast um tað, sum gongur væl og at vísa, at tað er við stoltleika, at vit velja ársins virki.

 

Hóast hann heldur, at glottar eru at hóma, ásannar hann eisini, at vit hava stórar avbjóðingar.

 

- Størsta avbjóðing er atgongdin til arbeiðsmegin. Tað er altavgerðandi fyri kappingarførið, at tað altíð ber til at fáa fatur á arbeiðsmegi. Er føroysk arbeiðsmegi ikki tøk, má tað bera til at fáa fatur á útlendskari arbeiðsmegi, men undir skipaðum viðurskiftum, sigur Bergur Poulsen.

 

- Tað er eisini ein stór avbjóðing, at fólkatalið minkar. Eitt drúgt álit er gjørt um, hvussu gongdin kann vendast. Men politiskt knípur tað at fáa framt sjálvt tey bíligastu tiltøkini politiskt.

 

- Hetta er eitt tjóðarmál, ikki eitt partapolitiskt mál,  so nú er at fáa gongd á, leggur Bergur Poulsen afturat.