Vit skulu vera nøgdir

Sigfríður Clementsen fekk sín fyrsta dyst sum venjari hjá AB í gjár. Í hesum dysti fekk hann eisini stig, og hann er bara væl nøgdur.

– Vit eru uppflytarar, spæla á útivølli og fáa eitt stig. Tað er fínt og eg haldi vit skulu vera nøgdir, sigur Sigfríður Clementsen.

– Sjálvandi er tað forargiligt at missa í síðstu løtu, men tað hevði verið eitt sindur misvísandi, um tað endaði við sigri til okkum, metir Sigfríður Clementsen, venjari hjá AB.