– Vit skulu venja okkum við at vinna

Tað sigur nýggi venjarin hjá HB, Jens Berthel Askou, sum eisini lovar styrk

Jens Berthel Askou er nýggjur venjari hjá HB. Hann sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá HB, at spælararnir skulu venja seg við at vinna – eisini í venjingardystunum. Hann lovar eisini styrk til hópin.

– Ein dystur er ein dystur fyri mítt viðkomandi. Tað skal helst ikki vera ov stórur munur á mátanum vit spæla uppá, um talan er um venjingardyst ella landskappingardyst. Vit fara eisini allir eftir at vinna dystin. Í venjingardystum skulu vit eisini venja okkum við at vinna. Vit skulu síggja út sum nakrir sum gjarna vilja vinna. Vit skulu spæla við orku, og vera ágrýtnir. Vit skulu ikki vera bangnir fyri at fáa ilt, sjálvt um vit ikki spæla um stig, sigur Jens Berthel Askou.

Leita eftir styrki

HB leitar í løtuni eftir styrki til hópin. Tað hevur verið ein rímilga stór útskifting. Spælarar sum Lasse T. Andersen, Binni Hløvdersson, Magnus Egilsson, Símun Samuelsen, Sebastian Pingel og Ari M. Olsen eru ikki við, meðan Tróndur Jensen og Hørður Askham er langtíðarskaddir. Inn eru komnir spælarar sum Heðin Hansen, Heri H. Mohr, Øssur Dalbúð og danski miðvallarin, Mathias Nygaard. 

– Tá man er ambitiøsur og nágreiniligur í mátanum at útvega spælarar, tekur tað longri tíð. Vit vilja gjarna hava spælarar sum lyfta støðið. Og tá er ikki vist at vit eru tað einasta felagið, ið vísur teimum ans, sigur Jens Berthel Askou millum annað við HB.fo.