Vit skulu velja heimsins undurverk

Á alnótini ber til at atkvøða um, hvat vit halda vera heimsins størstu undurverk í nýggjari tíð.

Fyri meiri enn 2000 árum síðani vórðu heimsins sjey undurverk útnevnd, men nú vil ST-stovnurin UNESCO hava okkum at velja av nýggjum.

Tað ber til at atkvøða á adressuni www.n7w.com, og higartil hava umleið 16 milliónir fólk atkvøtt. Ætlanin hjá UNESCO er, at ímillum 60 og 100 milliónir fólk skulu atkvøða, áðrenn freistin er úti við árslok næsta ár.

UNESCO hevur sett 25 evni, sum veljast kann ímillum, men tað ber eisini til at koma við sínum egna uppskoti. Ímillum evnini, sum nú eru á listanum, kunnu nevnast Eiffeltornið og Versailles í Fraklandi, Empire State Building í USA, moskan Hagia Sophia í Turkalandi, Taj Mahal í India, Kreml í Russlandi, Petra-templið í Jordan og La Sagrada-kirkjan í Spania.