Tað er gott at vera í Havn, og tí elska vit at búgva her. Men tá tað er sagt, so kunnu vit altíð gera meira fyri at fáa høvuðsstaðin til ein uppaftur betri bý at búgva í. Tað eigur at vera fremsta málið hjá øllum býráðspolitikarum.
Eg havi havt trivnaðin í kommununi fremst í huganum í mínum býráðsarbeiði higartil, og tað gerst best, tá frítíð, mentan, sosialpolitikkur og vinnupolitikkur ganga saman í eina hægri politiska eind.
Vinnan skal hava bestu umstøður at virka í Tórshavnar kommunu, sum í næstum útstykkjar fleiri vinnustykkir á Sundi. Íverksetarar eru ein týðandi partur av vinnuni og komandi vinnulívinum, og tí skulu teir hava bestu umstøður, sum áhaldandi vera lagaðar eftir tørvinum.
Men hin síðan av sakini er, at borgarin hevur tað gott í høvuðsstaðnum, tá hann ikki er til arbeiðis. Vit skulu reka ein skilagóðan sosialpolitikk, sum gevur okkara børnum og ungdómum ein tryggan uppvøkstur.
Vit skulu fjálga um mentanarvirksemið í høvuðsstaðnum. Mítt seinasta uppskot á hesum økinum er at geva tónleikarum minstuløn, og annars vil eg halda fram at skapa bestu umstøður fyri at ríka mentanarlívið í allari Tórshavnar kommunu. Ítrótturin er partur av hesum, og vit eiga at gera alt fyri at geva ítróttinum allarbestu umstøður – marghøllin skal setast á dagsskrá, og langhylurin er longu á veg.
Fyri nøkrum árum síðani hildu vit okkum hava skapt góðar umstøður fyri eldri borgarar á røktarheimum, eins og vit høvdu nóg mikið av barnagarðs- og vøggustovuplássum. Men hesi økini treingja sanniliga til dagføringar, serliga eigur talið av starvsfólkum á hesum stovnum at hækka munandi komandi árini. Hetta er als ikki nøktandi í løtuni.
Eg havi her nevnt nøkur øki burtur úr tí rúgvusmikla kommunala geiranum. Týdningarmiklasta málið er tó, at kommunan er nær borgaranum. Har fólk trivast, blóma frítíðarlív, mentan og vinnulív – og har frítíðarlív, mentan og vinnulív blóma, trívast fólk – og fleiri leggjast afturat.
Eg stilli upp á býráðsvalinum 10. november, tí eg vil fegin halda fram at gera høvuðsstaðin til ein enn betri stað, har vit elska at búgva.
Bogi Andreasen,
valevni fyri Fólkaflokkin