Vit skulu stimbra okkum burtur úr kreppuni

Starvsmannafelagið og hini fakfeløgini á starvsmannaøkinum í Norðurlondum, mæla nú til at stimbra tað almenna og gera íløgur á hesum øki fyri at avmarka kreppuna Í hesum krepputíðum hava vit brúk fyri at stimbra tað almenna og gera íløgur á hesum øki fyri at avmarka kreppuna.

Tað halda Starvsmannafelagið og hini fakfeløgini á starvsmannaøkinum, sum hava havt felagsfund, har tey hava umrøtt kreppuna.

Norðurlendsku stjórnirnar hava stuðlað bankum og ídnaði við peningi, men tað almenna hevur higartil ikki fingið nógv av hesum stuðli og nú er tíðin komin at broyta hesa mannagongd, halda tey.

Tilsamans umboða hesi feløgini 400.000 limir og tey halda, at skal kreppan ikki gerast enn djúpari, er neyðugt at londini í Evropa standa saman og fremja munagóð tiltøk, siga tey í eini niðurstøðu frá fundinum

- Her kunnu vit í Norðurlondum vísa vegin. Norska stjórnin hevur longu víst vegin við at tryggja milliardir til kommunurnar. Hinar stjórnirnar áttu at gjørt tað sama, er niðurstøðan av fundinum.

Feløgini siga, at vit hava brúk fyri stimbrandi politikki, at forða fyri at túsundtals fólk gerast arbeiðsleys og soleiðis bæði at fyribyrgja arbeiðsloysi og eisini lækkandi tænastustøði.

- Vit vilja geva børnum, eldri og teim veikastu tann stuðul teimum tørvar, siga tey

Tey halda, at vit nú hava vit brúk fyri einum felags norðurlendskum politikki í Evropa við denti á landið, kommunur og landspartar, skal kreppan ikki gerast enn djúpari.

Skilagóðar stjórnir geva kommunum og landspørtum stuðul og rásarúm í dagsins torføru fíggjarligu støðu.

Tey siga eisini, at javnstøðan versnar í krepputíðum og tey sum hava lítið fáa oftani minni.

- Vit hava ikki ráð at hava størri bólkar av fólki standandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, tá tíðirnar broytast og ferð aftur kemur á búskapin.