Vit skulu standa saman um at fordøma Russland

Handil kann økja um vælferðina, men uttan rættindi, frælsi og samhaldsfesti, eru vit fátæk, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum

Eisini Javnaðarflokkurin ger nú greitt, at flokkurin fordømir krígsgerðirnar hjá Russlandi og hetta fer javnaðarflokkurn á ongan hátt at góðtaka. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

 

– Hetta skal fáa avleiðingar fyri Russland beinanvegin, leggur hann afturat. Hann staðfestir, at Føroyar hava handilsligt samstarv við Russland, men hann leggur dent á, at politikkur er meira enn bara handil. Tað snýr seg um demokratisk virði, tað snýr seg um moral og tað snýr seg um mannarættindi.

 

– Sum eitt demokratiskt land kunnu vit ikki liva við, at børnini í Ukraina vakna í ótta fyri gerandisdegnum. Vit kunnu ikki liva við, at sakleys fólk verða partur av einum kríggi, sum Putin sjálvur hevur skapt, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

– Eitt kríggj í Evropa hevur stórar avleiðingar fyri øll - eisini fyri Føroyar. Vit eru ein partur av heimssamfelagnum – og vit skulu gera okkara part, sigur hann. Handil kann økja um vælferð, men uttan okkara rættindi, frælsi og samhaldsfesti eru vit fátæk, leggur Aksel V. Johannesen afturat í eini almennari fráboðan í dag.

 

Hann sigur, at framtíðin er óviss, men vit eiga at taka eina avgerð út frá okkara demokratisku virðum – ikki peningaligum virðum. Latið okkum standa saman um hetta, bæði Landsstýrið og Løgting, vinnulív og borgarar. Hetta er ikki løtan til split – nú standa vit saman, sigur Aksel V. Johannesen.