Vit skulu sjálvandi fylgja við

Í 2050 skal dálkandi útlátið frá føroyskum skipum verða minkað niður í helvt

Sjálvandi skulu Føroyar fylgja teimum altjóða krøvunum. Tað staðfestur Sirið Stenberg, landstýriskvinna í umhvørvismálum.

 

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, hvørja støðu hon hevur til altjóða avtaluna um, at í 2050 skal skaðiliga útlátið frá skipum verða minst helvtina minni enn tað var í 2008. 

 

Sitið stenberg ásannar, at hetta er eitt stórt mál at seta sær, og tað fer uttan iva at krevja grønari orkuskipanir umborð á skipum, umframt at siglingin verður minni orkukrevjandi. Men hon staðfestur eisini, at fyri at kunna sigla altjóða er neyðugt, at skip lúka krøvini altjóða krøv til trygd, útbúgving hjá manning og til útlát. 

 

– Tí verður eisini neyðugt, at føroysk skip lúka krøvini um útlát av vakstrarhúsgassi. Verða krøvini ikki hildin, kunnu avleiðingarnar í ringasta føri vera, at tey ikki sleppa at sigla, sigur hon. Men hon staðfestur eisini, at í fyrstu atløgu verða at krøvini bara galdandi fyri nýggj skip. 

 

– Føroyar skulu eisini taka altjóða ábyrgd í veðurlagsmálum. Náttúran er okkara tilverugrundarlag, og vit eiga at gera tað, vit eru ment at verja náttúru og umhvørvið, eisini fyri komandi ættarlið, sigur landsstýriskvinnan.

 

Hon leggur eisini afturat, at Føroyar mugu ikki koma í ta støðu, at krøvini eru linari hjá okkum, tí so er vandi fyri at onnur koma hendavegin við dálkandi skipum. 

 

– Hetta oyðileggur okkara umhvørvi og kann óivað ávirka okkara marknaðastøðu og eisini tí skulu vit sjálvandi taka stig til at fylgja krøvunum, sigur Sirið Stenberg.