Vit skulu seta ferðina sjálv

Elin Heðinsdóttir Joensen
fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins

Hóast tað sjáldan tekur langa tíð at læra tey smáu at ganga í takt, so tykist hetta als ikki at vera eins lætt, tá talan er um vaksin - og als ikki, tá talan er um politikarar.
Ikki minst hava vit sæð hetta, tá talan hevur verið um sjálvstýristilgongdina, har tað enn ikki er eydnast nøkrum at fáa øll at ganga í takt. Heldur vilja øll tvíhalda um sínar »patentloysnir«, ið kortini sjáldan víkja langt frá teimum hjá hinum.
Javnaðarflokkurin hevur eina savnandi ætlan, ið er besta boðið upp á ta nógv saknaðu semjuna í sjálvstýrismálinum, so tilgongdin kann skipast eftir føroyskum vilja, fult og heilt!
Amboðið til at fremja hesa ætlan er yvirtøkulógin, ið sleppur okkum undan øllum teimum óneyðugu ósemjunum, samstundis sum vit kunnu yvirtaka málini, so hvørt føroyskur vilji er til tað. Meira demokratiskt fær tað ikki verið!
Hesin semjusøkjandi politikkur fer eisini at síggjast aftur í góðari føroyskari umboðan á fólkatingi, um tú gevur Javnaðarflokkinum møguleikan at fremja føroysk áhugamál við einum væl valdum umboði. Ein atkvøða fyri lista C er títt íkast, og afturfyri verður tín rødd hoyrd á fólkatingi!