Vit skulu seta eitt krav fyri at geva loyvi til ein hernaðar-radara í Føroyum

Løgtingslimur heldur, at vit skulu siga ja til at seta ein radar upp í Føroyum, men tað skal vera við einari treyt

Vit eiga at játta umsóknini úr Danmark um at seta ein radara upp á Sornfelli. Tað heldur Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Danska stjórnin hevur søkt um at loyvi at seta ein hernaðarradara upp á Sornfelli at hava eftirlit við Norðuratlantshavi og tað verður hvørja løtu, at landsstýrið fer at svara umsóknini.

Radari varð settur upp á Sornfelli í sekstiárunum, tá ið kalda kríggið ímillum USA og Sovjetsamveldið varð í hæddini, men tá ið viðurskiftini batnaðu, varð hann niðurlagdur fyri nøkrum árum síðani. Men nú hava donsku myndugleikarnir søkt um at seta radara upp aftur á Sornfelli.

Jákup Mikkelsen heldur, at talan er ein einfalt mál og hann er sannførdur um, at vit eiga at ganga umsóknini á møti. Men samstundis eiga vit at krevja, av donsku stjórnini og Nato, at vit fáa eina fríhandilsavtalu við øll Natolondini, ella í minsta lagi við ES, sigur hann.

– Vit kunnu saktans liva við radaranum og vit kunnu saktans liva uttan at hann verður settur upp. Men ein fríhandilsavtalan er tann minsta sømdin hesi londini kunnu vísa okkum – og tað er einki skeivt í at samantvinna hesi bæði viðurskiftini, heldur tingmaðurin fyri Fólkaflokkin.

Tað var Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, sum reisti málið á tingi í morgun tí hann heldur, at talan er um ein rættiliga prinsipiellan týdning. Av tí sama er hann sannførdur um, at málið eigur at verða lagt fyri Løgtingið.

Annars undrast hann á, at radarin nú verður samantvinna við eina fríhandilsavtalu. Eg veit ikki hví USA skal fáa ES at geva okkum ein fríhandilsavtala, sigur hann.