Vit skulu síggjast og hoyrast betri

Johan Dahl sigur, at hiðani og til komandi løgtingsval má sambandsflokkurin verða sjónligari í samgonguni

Sambandsflokkurin
 

- Sambandsflokkurin skal v era sjónligari í føroyskum politikki.
Tað sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, sum nú er komin upp í aftur sambandsflokkin.
Hann vendi annars flokkinum baki fyri nøkrum vikum síðani, eftir at hann hevði tapt formansvalið, ímóti Kaj Leo Johannesen.
Men í gjár kunngjørdi hann, at hann aftur umboðaði sambandsflokkin.
- Vit hava tosað um viðurskiftini og eru samd um, at hetta er tað besta fyri flokkin, sigur hann.
Tá ið hann meldaði seg úr flokkinum, var tað tí, at hann metti, at flokkurin hevði mist álitið á honum við ikki at velja hann til formann og samstundis hevði hann mist álitið á flokkinum, tí hann ein meiriluti hevði lovað at velja hann til formann.
Men Johan Dahl sigur, at síðani hann meldaði seg úr flokkinum, hava fleiri valdømi skrivliga heitt á hann um at umhugsa støðuna av nýggjum.
- Eg haldi at tað vóru øll valfeløgini hava heitt á meg um at koma upp í aftur flokkin og tað hevur hann so tikið til eftirtektar.
Hann sigur, at hetta fekk hann at hugsa um flokkin og tey fólkini, sum hava stuðla hann.
- Sostatt hava vit gjørt av at royna einaferð afturat og vit hava lovað hvørjum øðrum, at allir partar skulu royna at fáa  tað at rigga betri hesuferð
- Vit eru samd um, at lata tað farna vera farið og at líta frameftir.
Hann ivast ikki í, at hetta er tað besta fyri sambandsflokkin og fyri sambandspolitikkin.
Johan Dahl sigur, at tað eru ongar serligar treytir ella serligar avtalur gjørdar, fyri at hann nú aftur er komin upp í sambandsflokkin.
Tað eru heldur ongar broytingar gjørdar.
Kortini leggur Johan Dahl dent á, at tað, sum nú er hent, er bara galdandi hetta valskeiðið.
Hann sigur, at hann hevur ikki gjørt av, hvat hann ger, tá ið løgtingsval verður aftur, ella um hann stillar upp aftur yvirhøvur.
 
Skal vera sjónligari
Tað er heldur ongin loyna, at tú hevur ikki havt serliga stórt álit á Kaj Leo Johannesen sum formanni, tí tí hevur hildið, at sambandsflokkurin hevur ikki fingið nóg nógv burturúr í hesi samgongunii?
- Tað er rætt. Eg havi hildið, at flokkurin hevur verið ov lítið sjónligur. Men serliga nú løgtingsval verður aftur í seinast lagi um hálvtannað ár, verður tað neyðugt, at fera flokkin meiri sjónligan.
Johan Dahl heldur, at skal sambandsflokkurin tryggja sær eina sterka støðu eftir eitt komandi val, er tað neyðugt, at flokkurin ger meiri vart við seg í samgonguni.
Men, hvussu  tað skal gerast, vil hann ikki siga nakað um.
Hann sigur, kortini, tað má  vera allur flokkurin í felag, sum skal markera flokkin og sostatt er tað formaðurin, sum skal stinga kósina út í kortið.
Men hann sigur, at innanflokks hevur sambandsflokkurin tosað um hesa støðuna