- Vit skulu rópa harðari
Tað var niðurstøðan á aðalfundinum í Útoyggjafelagnum leygardagin.
Aðalfundurin var í Fugloy, har eisini Útoyggjastevna var og tað má sigast at hava verið eitt sera væleydnað tiltak, tí har vóru minst 500 fólk savnað í Fugloy.
Fólk vóru komin í oynna úr øllum landinum og við alskyns bátum og førum, bæði almennum og privatum.
- Á aðalfundinum samdust vit um, at hereftir skal felagið gera meiri vart við seg í politiska kjakinum, sigur Olga Biskupstø, sum er skrivari hjá felagnum. Hon sigur sostatt, at semja er um, at felagið eigur at vera meiri virki í politiska kjakinum og eigur at gera vart við seg, tá ið politikarar viðgera útoyggjamál.
Sum eitt dømi nevnir hon, at Farmaleiðir vórðu einskildar og tað fekk stóra ávirkan á viðurskiftini á útoyggj.
-Vit ætla eisini at bera so í bandi, at fleiri einskiljingar verða gjørdar, sum hava við útoyggjarnar at gera, skulu ikki fara fram, fyrrenn Útoyggjafelagið hevur fingið høvi til at siga sína hugsan.
Her hugsar hon kanska einamest um samferðslumál og í hesum sambandi kann nevnast, at tað hevur verið talingur um at einskilja onkrar av teimum smærru rutunum hjá Strandferðsluni til útoyggjarnar.
Á aðalfundinum í felagnum varð annars øll nevndin afturvald.
Í henni sita Óla Jákup úr Dímun úr Dímun, sum er formaður, Olga Biskopstø úr Klaksvík, sum er skrivari og Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi er nevndarlimur
Í Umboðsráðnum hendi ein broyting við tað, at Ragna Glerfoss úr Mikladali fór frá og fyri hana varð Magnus Eliassen úr Mikladali, valdur í ráðið.
Hini í umboðsráðnum eru:
Fríða Isaksen, Húsar, formaður
Harry Jensen, Skúvoy, næstformaður
Óli á Geilini, Svínoy, skrivari
Eyðun Eliasen, Trøllanes
Andrass í Frammistovu, Kirkja & Hattarvík
Poulina Eliasen, Syðradalur
Ragna Glerfoss, Mikladalur
Katrina Johannesen, Mykines
Bjørn Patursson, Koltur
Sanna Silvurstein, Hestur
Jógvan Jón Petersen, Stóra Dímun