Vit skulu øll vænta at fáa koronu - fyrr ella seinni

Tað hevur stóran týdning hvussu gera á jólum og á nýggjárinum, men støðan fer helst at versna næstu dagarnar

Nú eru tvær vikur síðani Landsstýrið herdi tilmælini í sambandi við koronu, men støðan er einki batnað, heldur tvørtur ímóti. Tað eru framvegis nógv, sum verða sjúk og smittutølini hækka heldur enn at tey lækkað.

 

Upprunaliga skuldu tey herdu tilmælini fara úr gildið í morgin, tollaksmessudag, men landsstýrið hevur longt tey til 2. januar, tí tað eru so nógv, sum verða smittað.

 

Pál Weihe, ráðgevari í koronu, tekur undir við, at tey herdu tilmælini eisini skulu vera í gildið til eftir nýggjár. Men hann væntar, at smittutølini fara at hækka nógv hesa næstu tíðina.

 

Hann heldur eisini, at tað var eitt gott tiltak at kanna øll, sum koma til Føroya, tí koronu-tilburðir verða staðfestir í at kalla hvørjum einasta flúgvara, so har verða nógv sett í sáttarhald og tað tálmar smittuni.

 

Hann vísir á, at nýggi omikron-varianturin av koronu breiðir seg sum eldur í samfeløgunum rundan um okkum, og tað er eingin grund til at halda, at støðan ikki verður tann sama her, tí hann smittar so avbera illa, segði hann við FM1.

 

Hann heldur, at tað verður ein ómøgulig uppgáva at beina fyri smittuni, so okkara endamál skal vera tálma smittuspjaðingini. Tað er eisini endamálið aðrastaðni, tí tess fleiri verða smittað, tess fleiri fara at verða verða so sjúk at tey mugu leggjast á sjúkrahús, og tað, sum tey av øllum alvi royna allastaðni, er at támla smittuspjaðingina so at heilsuverkini ikki verða løgd lamin.

 

Tí heldur Pál Weihe, at tað hevur stóran týdning, hvussu vit bera okkum at nú um jólini og á nýggjárinum. Tað merkir, at vit skulu leggja stór bond á okkum í familjum, í kirkjum, samkomum og í veitslulagi.

 

Sjálvur mælir hann til, at hvør familja heldur jól fyri seg, so at vit ikki eru saman í stórum bólkum. Eru tað trý fýra húski, við 20 - 30 fólkum í nærmastu familjuni, sum halda jól saman, er smittuvandn munandi minni enn hann hevði verið, tá ið 10 húski halda jól saman.

 

Hinvegin væntar Pál Weihe eisini, at nýggi omikron-varianturin smittar so illa, at vit eiga at fyrireika okkum upp á, at vit fara øll at fáa koronu fyrr ella seinni.

 

Men har er støðan tann, at tey, sum eru koppsett, eru í heilt munandi minni vanda fyri at verða so illa sjúk, at tað er neyðugt at leggja tey á sjúkrahús, og sostatt eru tey eisini í munandi minni vanda fyri at doyggja av koronu, segði Pál Weihe við FM1.

 

Annars eru tilmælini um koronu, hesi: 

 

##med2##