Vit skulu øll trívast í Tórshavnar kommunu

Tað er sera týdningarmikið at vit í næsta valskeiði seta okkum fyri at skapa fortreytir fyri at øll kunna trívast í Tórshavnar kommunu. Vónandi kann stovnurin við nýggja navninum Bústaðir verða við til at fíggja alternativa íbúðarbygging og lutaíbúðir í Havn. Hetta hevði gjørt tað møguligt at búgva her fyri ein rímiligan kostnað.

Tað er serliga týdningarmikið, at vit gera Tórshavnar kommunu liviliga fyri ung og serliga fyri kvinnur, tí vit mangla tey í føroyska samfelagnum. Bíligari bústaðir høvdu bøtt munandi um júst hesa støðuna.

Vónandi fer at bera til at gera Havnina til ein veruligan universitetsbý við einum veruligum universitetsbygningi og tí sum hartil hoyrur. Hetta hevði haft við sær at ung høvdu støðast betri í Føroyum og kanska vit enntá kundu fingið fremmandafólk henda veg at lesa.

Universitetið eigur at vera niðri í býnum - til dømis í Álakeri. Somuleiðis eiga vit at hava lestraríbúðirnar í býnum, so fleiri ung seta dám á býin.

Umstøðurnar hjá barnafamiljum eru batnaðar munandi seinastu árini við barnaansing til øll og munandi betri skúlum. Boðanesheimið hjálpti væl upp á støðuna við røktarplássum, men enn er ikki komið heilt á mál.

Vit í Tórshavnar kommunu mugu eisini tryggja, at búpláss verður til fólk við skerdum førleikum: fólk við menningartarni, sálarveik fólk og fólk við breki. Hesir bólkar vera ofta ikki sæddir, men tað er týdningarmikið at pláss er fyri øllum.

Miðbýurin skal eisini gerast meira liviligur. Og ein ætlan fyri miðbýin er ein fortreyt fyri at fólk skulu trívast í býnum í framtíðini. Her má ein ætlan leggjast.

At enda mugu vit skapa røttu karmarnar fyri vinnuna, tí uttan vinnu er eingin býur. Somuleiðis eiga vit at stimbra íverksetan. Tað gera vit við millum annað við einum íverksetarahúsi í Kongagøtu.

Tað er eingin ivi um, at vit framhaldandi eiga at stýra Tórshavnar kommunu búskaparliga skynsamt. Tí skal alt gerast eftir einari ætlan, soleiðis alt arbeiði verður gjørt á skynsamasta hátt.

Trivnaður er lykilin til búskaparligan vøkstur ikki bara í Tórshavnar kommunu, men í øllum Føroyum.