Tað verður neyðugt, at prísirnir á ferðaseðlum og prísurin á at flyta farm, verða javntsettir um alt landið. Tað heldur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og nú hevur hann lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa tað í lag.
Tí vil hann hava Løgtingið at samtykkja, at biðja landsstýrið gera eitt uppskot um at javntseta prísirnir á ferðaseðlum og farmaflutningi um alt landið.
Hann vísir á, at fleiri landsstýri hava arbeitt við eini ætlan um at javnseta flutningsprísirnar kring landið, men veruleikin er, at tað gongur bara tann øvugta vegin. Hann sipar til, at kostnaðurin á ymiskum leiðum er minkaður burtur í onki, ímeðan prísurin á øðrum farleiðum stendur í stað, og er heldur hækkaður. Tað eru prísirnir fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, sum lækka so líðandi alla tíðina.
Men Bjarni Hammer sigur, at hendan gongdin hevur við sær, at mismunur verður gjørdur á teimum ymsu økjunum í landinum, og mismunurin veksur munandi.
– Tað er eisini kappingaravlagandi, tí fyritøkur fáa fullkomiliga ymiskar treytir at virka undir, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Jørgen Niclasen er talsmaður fyri at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóartunnilin frá.
– Landsstýrið má ikki eggja til ósemju, og eggja til at seta økini upp ímóti hvørjum øðrum, tí samstundis, sum tað verður gjørt lagaligari fyri ávís øki í landinum, verður blinda eygað vent ímóti øðrum økjum í landinum.
– Kappingarførið verður skeiklað ímillum fyritøkur, sum eru bundnar av inn- og útflutningi. Serliga verða fiskavirkini hart rakt, men tað rakar eisini onnur, sigur han.
– Samstundis sum fólk og fyritøkur skjótt kunnu ferðast ókeypis á meginøkinum, kostar tað fyritøkum í Suðuroynni einar 4.000 - 5.000 krónur at fáa eina bingju aftur og fram ímillum Suðuroynna og Havnina. Og fara fimm fólk í bili úr Suðuroy til Havnar við Smyrli, kostar tað 545 krónur, men fara tey ígjøgnum ein undirsjóvartunnil, kostar tað. teimum 20 krónur – tilsamans.
– Vilja vit framhaldandi menna økini, sum ikki hava fast samband við meginøkið, mugu ferðaseðla- og farmaprísirnir kring alt landið, javnsetast sum skjótast, heldur Bjarni Hammer.