Tað skal eingin ivi vera um, hvar vit hoyra heima – og vit skulu ikki vera til sølu fyri hægstbjóðandi. Tað staðfestir Bárður Nielsen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin. Eyðvitað fekk kríggið í Ukraina, og ætlanin at seta ein hernaðar-radara upp í Føroyum, eina ávísa umrøðu.
Enn er endalig støða ikki tikin, men løgmaður væntar, at tað verður skjótt at hon verður tikin. Samgongan heldur ikki, at hetta málið hoyrir heima í Løgtinginum, tí hetta eru mál, sum landsstýrið sjálvt skal avgera, í samráð við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum. Men tað gekk ikki sum ætlað, tí andstøðan hevur lagt málið fyri Løgtingið, so mikudagin fara løgtingslimir at skifta orð um málið.
Men bæði løgmaður, og onnur sambandsfólk, eru misnøgd við framferðina hjá summum politikarum í hesum máli. Tað varð ongantíð sagt á landsfundinum, men uttan iva er tað Tjóðveldi og Framsókn, sum eru fremsta orsøkin til misnøgdina.
Johan Dahl, hevur reist málið á Tingi, har hann hevur spurt landsstýrið, nær ein avgerð verður tikin í málinum. Tað, sum í løtuni er óheppið er, at málið tykist at vera vorðið til eina politiska kastibløku, segði Johan Dahl.
Og á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum eru tað fleiri, sum eru samd í hesum. Løgmaður heldur nevniliga, at radaramálið verður gruggað við eini fullveldishugsjón har tann ríkisrættarligi spurningurin fær størri týdning, enn trygdin hjá føroyingum.
– Radaramálið snýr seg ikki um loysing, stoltleika, ella hvør skal eiga hann, segði Bárður Nielsen. Hann sigur, at loysingarvongurin vil einans viðgera tann ríkisrættarliga partin og tey koma ikki inn á tað, málið í roynd og veru snýr seg um.
Men hóast landsstýrið ikki hevur tikið eina endaliga støðu enn, er lítið at ivast í, hvat avgerðin verður.
– Radaramálið snýr seg um trygdina hjá føroyska fólkinum og tað snýr seg um at vísa ábyrgd fyri okkara sameindu, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at sjálvsagt skulu vit vita, hvat gongur fyri seg í luftrúminum yvir Føroyum.
– Vit eru á veg inn í eitt nýtt tíðarskeið í trygdarpolitiskum høpi. Okkara støða skal ikki longur vera merkt av, at vit ikki ikki viðgera trygdarmál og verjumál í Føroyum, og vit skulu burtur frá tí hugsunarhátti, at hetta er nakað, vit lata onnur orna fyri okkum.
– Føroyar hava fingið ein meira týðandi leiklut á altjóða pallinum og okkara staðseting í Norðuratlantshavi kann seta Føroyar í eina lyklastøðu. Og hendan støðan er ikki til sølu fyri hægstbjóðandi, sigur Bárður Nielsen.
Hetta er kanska eitt skot til Jacob Vestergaard, og kanska onnur við, sum hava ført fram, at ein treyt fyri at seta radaran upp í Føroyum, er, at vit fáa fría atgongd at selja okkara útflutningsvørur í ES.
Tvørtur ímóti sigur løgmaður, at vit eru, og skulu áhaldandi vera, ein samrunnin partur av vesturheiminum og Nato. Nato er okkara trygdarnet í núverandi støðu og ríkisfelagsskapurin er vissan fyri hesi trygdini, sigur Bárður Nielsen.