Victor Orban: – Ukraina er ikki eitt sjálvstøðugt land

- Vit stuðla Ukraina, vesturheimurin stuðlar teimum. Vit geva teimum vápn. Ukaina skal ikki uppføra seg sum eitt sjálvstøðugt ríki, sigur Victor Orban, forsætisráðharri í Ungarn

Forsætisráðharrin í Ungarn, Victor Orban, kom í dag við nøkrum bersøgnum útsagnum eftir tíðindini um, at Ungarn í síðstu viku skuldi hava gjørt seg inn á loftrúmið hjá Ukraina.

 

Orban fekk fleiri spurningar um ungarnsku dronurnar í einari stjórnarvinaligari sending í Ungarn, veit The Kyiv Independent at siga.

 

Tá viðgekk forsætisráðharrin óbeinleiðis, at teirra dronur kundu hava verið inni í ukrainskum loftrúmi, hóast myndugleikarnir áður hava afturvíst hesum.

 

- Eg trúgvi mínum ráðharrum, men lat okkum siga, at dronurnar kanska fóru nakrar metrar av leið - og hvat so?

 

Í kjalarvørrinum av hesum segði Viktor Orban:

 

- Ukraina er ikki eitt óheft land - ikki eitt sjálvstøðugt ríki, segði forsætisráðharrin.

 

Orban skal hava grundgivið fyri sínum útsagnum við at siga, at Ukraina hevur mist 20 prosent av sínum landi til russiska hersetingarvaldið, og tað heldur forsætisráðharrin í Ungarn er "... endin á suverenitetinum", sum hann tók til.

 

- Vit stuðla Ukraina, vesturheimurin stuðlar teimum. Vit geva teimum vápn. Ukaina skal ikki uppføra seg sum eitt sjálvstøðugt ríki, segði Victor Orban.

 

Tv2.no, sum ber hesi tíðindi í kvøld, skrivar, at Ungarn er eitt russiskt vinaligt land, og Viktor Orban hevur eitt tætt samband við russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Ungarn er bæði limur í ES og verjusamgonguni, Nato.