- Nú hava suðuroyingar loksins fingið tað vegasamband, sum tað so leingi hevur verið tørvur á.
Eisini Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fegnaðist um úrslitið, tá ið Hovstunnilin varð tikin í brúk leygardagin.
Hann vísti á, at gamli Hovsvegurin er tað vegastrekkið í landinum, har eina mest ferðsluóhapp eru hend eftir bilatalinum.
- Nýggja vegasambandið fer væntandi at fáa ferðsluóhappini at fækka, eins og tað fer at minka um orkunýtsluna og gera umstøðurnar hjá teimum ferðandi í Suðuroy høgligari.
Hann helt, at hetta er ein stór íløga, men eftir hansara tykki er hon neyðug, ikki minst fyri at bøta um umstøðurnar hjá vinnulívinum í Suðuroy.
- Hetta er eitt stórt tak, har vit hava megnað at flutt Føroyar og Suðuroy longur fram á leið ímóti eini bjartari framtíð hjá okkara børnum og ommu-og abbabørnum.
- Men vit eiga ikki at steðga her, tí vit eiga alsamt at stremba eftir, at gera íløgur, sum gera okkum ríkari. Vit skulu ikki vera bangin fyri at gera stórar íløgur, tá ið tær eru skilagóðar og so at vit kunnu avlevera okkara børnum og ommu-og abbabørnum einar Føroyar við størri møguleikum.
Bjarni Djurholm vísti eisini á, at í Suðuroy er tað eisini harðliga tiltrongt at gera nýggjan Hvalbiartunnnil.
Og hann helt, at tá ið tunnilin norður um fjall í Borðoy er gjørdur, eigur Hvalbiartunnilin at vera fyrsta verkætlanin, sum farið verður undir.
Bjarni Djurholm vónaði, at nýggi Hovstunnilin fer at gera samskiftið ímillum syðru og norðaru helvt í Suðuroy líka gott sum vegasambandið er.
Les eisini greinina: Snøggasti tunnil í landinum tikin og brúk og somuleiðis greinina: Hetta var tað vert