Seinastu tíðina hevur politiið handtikið fleiri av teimum, sum virka í føroyska rúsevnisumhvørvinum, samstundis sum hald hevur verið lagt á nógv rúsevni. Nú rópar heilsumálaráðharri Kaj Leo Holm Johannesen varskó.
– Eg haldi, at vit eiga at seta okkum sum mál null-toluransu fyri rúsevnum í Føroyum uppá sama máta sum við null-hugsjónini í ferðsluni, skrivar hann á Facebook í dag.
Hann umhugsar at seta eina tilbúgving ígongd, sum minnir koronu-tilbúgvingina.
– Tað merkir, at vit samskipa ein fullkomiliga nýggjan felags innsats viðvíkjandi bústaðarmøguleikum, whistelblower, fyribyrging, eftirliti, kanningararbeiði og revsing, sigur heilsumálaráðharrin.
Á Facebook-tráðnum eru fleiri hugskot frá fylgjarum hansara, og fleiri teirra taka undir við honum, men har eru eisini summi, sum ikki meta, at tað er rætti mátin at minka um rúsevnisbrúkið í Føroyum.
– Eg veit, at tað ikki er lætt, men tað er okkara ábyrgd fyri at verja okkara ungdóm. Vit eru nógv foreldur ommur og abbar og systkin, sum ikki vilja missa onkran av okkara til hesa giftina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.