- Føroyar skulu hava eina greiða ætlan fyri, hvussu vit fáa meiri burtur úr okkara náttúrutilfeingi av fiski og alifiski.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann staðfestur, at fiskivinnan, sjóvinna annars, og alivinnan verða tær berandi vinnurnar í Føroyum í nógv ár framyvir.
Tí heldur hann, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at vit bera so í bandi, at okkara tilfeingisvinnur fáa umstøður til at gagnnyta tilfeingið sum best.
- Tí eiga vit eisini at stinga út í kortið, hvussu hetta kann lata seg gera, sigur Landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at norðmenn hava lagt eina fimti ára ætlan fyri, hvussu teir skulu virðisøkja og menna tilfeingið úr havinum.
Johan Dahl sigur, at tískil hevur hann nú álagt umsitingini í Vinnumálaráðnum at taka upp samstarv við vinnuna og fakfólk við tí endamáli at leggja eina 10 til 15 ára ætlan fyri, hvussu vit virðisøkja okkara tilfeingi meiri.