– Eg hevði vónað, at korona ikki fór at breiða seg so illa, sum hon hevur gjørt hesar seinastu dagarnar. Tað sigur Pál Weihe, koronu-ráðgevari.
Men hann vísir á, at nú koppingarevnið er til taks, og vit fara at koppseta, eiga vit at taka tað seinasta takið fyri at beina fyri smittuni.
Tí mælir hann til, at vit ikki halda tær nýggjársveitslurnar, vit plaga. Tvørtur ímóti mælir hann til, at vit halda nýggjár, hvør sær, heima við hús og bara saman við húsfólkinum.
– Vit eiga ikki at ganga húsagongd, ella at savnast rundan um nýggjársbálið í stórari mannfjøld, sum vit plagdu. Tað vildi eg mælt til, at vit ikki gjørdu í ár, sigur hann.
Hann sigur, at tað ber væl til at fara út um at skjóta fýrverk, men tað eigur at vera hvørt húski sær og ikki í felag við øðrum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pál Weihe greiða frá, hvussu hann heldur, at vit skulu halda nýggjár, og hvussu hann sær støðuna, nú vit fáa koppingarevni