Tá danska fólkatingið varð sett týsdagin, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, at søla av diesel- og bensinbilum skal vera fortíð í 2030.
- Um 12 ár – bara 12 ár – vilja vit steðga søluni av nýggjum diesel- og bensinbilum. Um 17 ár skal hvør einasti nýggi bilur í Danmark vera ein el-bilur ella annað slag av umhvørvisvinarligum bili, segði Lars Løkke Rasmussen í setanarrøðuni týsdagin.
Hetta heldur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, vera eitt gott hugskot, sum vit eisini áttu at gjørt í Føroyum.
- Eg haldi, at hetta er eitt gott hugskot, og eg ætli mær at hyggja nærri at, hvussu vit í Føroyum eisini kunnu náa hesum máli, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum í sama viðfangi fegnast um, at samgongan hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at leingja freistina fyri at fáa endurgoldið MVG av el- og vetnisbilum.
Kristianna Winther Poulsen heldur, at tað er í tøkum tíma, at verulig átøk verða gjørd fyri at verja umhvørvið í staðin fyri bara at tosa um tað.
- Vit síggja tað, at londini rundan um okkum eru farin at handla. Í nógv ár hava vit tosað um at verja umhvørvið, men tíðin er komin at leggja meiri ítøkiligar handlingar í orðini. Vit skulu framhaldandi leggja stóra orku í at upplýsa um umhvørvisvernd, men eg haldi eisini, at vit eiga at hyggja nærri at, hvørjar reguleringar kunnu gerast, sum veruliga gera mun, sigur Kristianna Winther Poulsen.