Vit skulu ganga á odda sum eitt gott fyridømi

Skal trúvirðið vera í lagi, er tað helst best at byrja við sær sjálvum, heldur løgtimgsmaður

Tað almenna eigur at ganga á odda sum eitt gott fyridømi fyri onnur. Tað heldur Jóhannis Joensen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Tí vil hann nú hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, at greiða Løgtinginum frá, um hann hevur nakrar ætlanir um at lata að almenna ganga á odda í arbeiðnum at leggja um til grøna orku fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.

Hann heldur, at skal politiski myndugleikin varðveita trúvirðið, er helst frægast at hann byrjar við sær sjálvum og krevur at tað almenna einans hevur umhvørvisvinarligar bygningar og umhvørvisvinarligar bilar, og at tað almenna hugsar um umhvørvið, hvørja ferð, ein vøra, ella ein tænasta, verður keypt.

Jóhannis Joensen vísir á, at tað hevur verið ført fram at vit eiga at seta okkum ítøkilig og bindandi mál á umhvørvisøkinum.

– Allir flokkar eru á einum máli um, at vit eiga at gerast grønari á øllum økjum, bæði í skipavinnuni, í privatu húsarhaldunum og í øllum flutningskervinum, sigur hann.
– Sum politiskur myndugleiki kunnu vit seta forboð, krøv, ella seta skipanir í verk, sum eggja til, at vit dálka minni og hava minni útlát av vakstrarhúsgassi, enn vit gera í dag.

Men skal trúvirðið vera í lagi, er tað helst best at byrja við sær sjálvum til dømis við at tryggja, at almennir bygningar, bilar og alt tað, sum tað almenna keypir, er so umhvørvisvinarligt, sum til ber.

Løgtingsmaðurin vísir á, at í fleiri almennir stovnar hava fleiri bilar. Norska stjórnin hevur boðað frá, at frá 2022 skulu allir almennir stovnar bara keypa elbilar, sum einki útlát hava. Hetta er galdandi fyri persónbilar og smærri vøruvognar.

– Vit kundu hugt til Noregs og gjørt tað sama her í Føroyum. Tað kundi fingið stóran týdning fyri grøna orkuskiftið her á landi, samstundis sum tað vildi verið ein fíggjarlig sparing fyri tað almenna í longdini, sigur javnaðarmaðurin. Tað er altso ein støða, sum bæði hevði gagnað umhvørvinum og fíggjarstøðuni.

Hann vísir á at umframt bygningar og akfør, hava almennu stovnarnir eisini ein dagligan rakstur, har til ber at gera stórar broytingar til frama fyri umhvørvið. Í hesum sambandi heldur hann, at Landsstýrið kann tryggja, at almennir stovnar keypa umhvørvisvinarligar vørur, at teir skilja burturkastið til fulnar og minka um matoyðsl.

Landsverk varðar av landsins bygningum, sum eru einir 185 í tali, sum samanlagt eru einir 240.000 fermetrar.

Hann sigur, at nogvir bygningar hava brúk fyri stórum ábøtur og tí er tað helst veruleikafjart at vænta, at oljufýringarnar verða skiftast út í næstum, hóast tað hevði verið besta.

Harafturímóti ber tað til at seta krøv um grøna orku í øllum nýggjum bygningum, sum tað almenna byggir, sigur Jóhannis Joensen.

Seinni í dag skal Løgtingið atkvøða um Jørgen Niclasen skal svara spurninginum, men tað er ein avgreiðsluspurningur, tí tað plagdi altíð at verða samtykt.