Vit skulu gávumild oysa út

Røðan, sum Mia av Kák Joensen, ein av teimum, sum í summar hevur lokið læraraprógv, helt á samkomu á Føroya Læraraskúla fríggjadagin 19. juni

Kæru floksfelagar, lærarar familja, øll tit, sum eru komin her fyri at gleðast saman við okkum.

Tað er mær bæði ein heiður og ein gleði at halda hesa røðu, nú vit endiliga kunnu kalla okkum útbúnir lærarar. Fýra ár eru ikki fýra dagar og mangt hevur verið okkum fyri á leiðini, frá tí løtu vit løgdu frá landi og til vit nú, loksins, hava siglt í havn við alsamt vaksandi førningi.

Mangar hava løturnar verið. Mangan hevur málageipanin verið ófør – bæði til gamans og álvara. Onkuntíð hevur gøtan verið torgingin. Onkuntíð hevur brotið í bæði borð og tað hevur staðið á gomlum nøglum. Gamlar hugmyndir vórðu avbjóðaðar og mørk vórðu flutt. Onkuntíð gekk ikki sum ætlað. Men altíð var tað mennandi. Og tá ið vit eftir tógvið stríð náddu upp á nærmastu sýn, kundu vit heysta fruktirnar og av sýnini í fjarleikanum kámt skoða næstu sýn, longur burtur og longur uppi. Ein áhaldandi spennandi og mennandi tilgongd av vitan og førleika ið hevur havt eitt týðuligt samleikaárin á øll okkara.

Eg vil her nevna trý hæddarpunkt: fyrst seturskúlin í Sørvági, har vit vóru 4 dagar saman við pedagogflokkinum, 4 fantastikir dagar, har vit vóru væl og viruliga samansjóðaði. Vit sungu, málaðu, gjørdu drekar og arbeiddu við ull, fiskaðu, siðu og mangt annað stuttligt.

So var tað vikan, har vit heiðraðu H.C.Andersen við minimalistiskum leikum, eisini saman við pedagogflokkinum.

Og seinast men ikki minst, próvtøkan í handaverki og list, sum var eitt satt upplivilsi.

 

Vit koma í heimin hjálparleys og tannleys.....

so koma sorgleysu dagarnir við barnatonnunum....

síðani treða vit dansin full av ábyrgdarfullum vaksnamannatonnum....

at enda keypa vit okkum tíð við handilstonnum......

- men fastast bítur tíðartonnin, ið setir sítt ósvitandi merki á alt og øll!

 

Hesi árini, vit hava sitið “við føtur meistaranna”, hava vit nomið mangt ymiskt. Og tað við bert einum fyri eyga: At geva tað víðari til ættarliðið, ið kemur aftaná okkum. Gera vit ikki tað, eru vit at bera saman við ein støðuhyl, har tað bert rennur til og ikki frá: Hann kann síggja vakur út á vatnskorpuni, men innan er hann deyður og rotnar at enda. So lati okkum fara til verka og gávumild oysa út av øllum tí vit hava fingið – eisini yvir tey, ið ikki sýnast at virðismeta tað. Tað gevur úrslit umsíðir!

 

Lær hin unga vegin hann skal ganga, so skal hann ikki, tá hann er gamal, víkja frá honum, stendur skriva í halgu bók.

 

Og tað kann vera, at vit onkuntíð hava hildið, at avbjóðingarnar hava verið ið so stórar hesi árini. Men tær steðga ikki her, nú vit fáa ábyrgdina av livandi børnum, hvørs framtíð ávirkast av, at vit gera arbeiði okkara til lítar. Og tað kann eisini vera, at hesi somu børn hvørki eru ella gera soleiðis sum vit kundu ynskt, men soleiðis er lívið og tað setir krøv til okkara rúmligheit og evni til at virða onnur.

 

Í filminum Kung Fu Panda verur sagt soleiðis: Yesterday is history, tomorrow is a mystery but today is a gift!

 

Barnið livir nú og tað er í nú´inum vit mugu møta tí! Ein lærara ber ikki til at “sappa” ella “delet´a” burtur. Hann er ein støðugur persónur í lívinum hjá næminginum – sum næmingurin ikki hevur valt. Tí er tað okkara ábyrgd, at vit útrætta okkara yrki framman fyri pultin, millum næmingarnar. Tað er har vit byggja brýr, og tað er eftir teimum brýrnum, at læringin fer fram.

Men í dag er ongin pultur! Í dag eru ongi krøv, stríð ella ábyrgd. Í dag gleðast vit og hvíla á laurberunum. Eg vil fegin nýta høvið at takka fyri nógvar góðar løtur, fyri vinarlag og gott sosialt lív í flokkinum. Samstundis vil eg – saman við flokkinum - takka lærarunum fyri tann íblástur tit hava givið okkum. Tit hava givið okkum nógv og eru avgjørt ongir støðuhyljar!

Eg haldi, at eg eri ikki einsamøll, tá eg sigi, at hetta hava verið fýra góð ár, og eg vænti, at eg mangan – og í ymiskum samanhangum – fari at taka til tíðina á Føroya Læraraskúla.

Eg ynski tykkum eina góða veitslu, ein góðan læraragerning og eitt gott lív framyvir.

 

Takk fyri!