- Endamálið er at finna tann feilfría seyðin.
Tað sigur Hans Martin Andreasen.
Tað er hann, sum samskipar seyðasýningarnar hjá Búnaðarstovuni.
Seyðasyningarnar byrjaðu við lokalum seyðasýningum kring landið, men seinastu fýra árini hava tey, sum fingu steyp í lokalu sýningunum, kunna meldað seg til eina landsseyðasýning.
Og fríggjakvøldið varð samkoma á Búnaðarstovuni, har tað varð avdúkað, hvørji fingu steypini í landsseyðasýningini, og har vóru eini 70 fólk til staðar, sum tað sæst á myndini, sum Rólvur Djurhuus hevur tikið.
Tað eru fimm sýnsmenn, at sýna seyðin, men so verður tann hægsti og tann lægsti karakterurin strikaður, so dømingin byggir á karakterin hjá trimum sýnsmonnum
Hans Martin Andreasen sigur, at seyðasýningarnar geva úrslit, tí tað eru nógv færri feilir at síggja nú, enn tað vóru, tá ið seyðasýningarnar byrjaðu.
Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr, hvat samskiparin hevur at siga um seyðasýningarnar.
Les eisini: Hann eigur vakrasta veðr í Føroyum