Vit skulu finna góðar millumvegir

Tað er neyðugt við krøvum, men forni landbúnaðaðurin má ikki fara fyri skeyti

- Tað eru stórar avbjóðingar fyri framman.

 

Tað staðfestir Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, tá ið hann í morgun setti landsbúnaðarráðstevnuna, sum Símun Gullaksen á Gamla Seglhúsinum, skipar fyri í Klaksvík.

 

Hann staðfestir, at krøvini økjast, men hann heldur, at møguleikarnir verða eisini fleiri.

 

- Hóast vit stundum kunnu villast í alheimsgerðini og tøknini, har alt tykist bera til, bara tað er nýtt,  kunnu vit framvegis staðfesta, at stórir møguleikar eru í okkara traditionella landbúnaði, og at tað framvegis eru fólk, ið brenna fyri tí, sum hevur við landbúnað at gera.

 

- Nýggj matvørulóg setir stór krøv til landbúnaðin, og samstundis sum vit kunnu staðfesta, at neyðugt er við krøvum um góðsku og reinføri, eiga vit eisini at finna góðar millumvegir, so vit eisini kunnu varðveita okkara traditiónir og brúka tær í nýggjum samanhangum.

 

Jógvan Skorheim staðfestir, at landbúnaður snýr seg í stóran mun um matvørur.

 

- Norðurlendski køkurin verður heiðraður um allan heim, og føroyingar eiga eitt heilt serstakt pláss í norðurlendska køkinum.

 

- Okkara rávørur eru framúr, og okkara rættir eru serstakir, avbjóðandi og spennandi. Fólk við góðum hugskotum hava dugað at brúkt rávørurnar á bæði traditionellan og nýskapandi hátt, og tað hevur givið afturljóð úr útlandinum.

 

Borgarstjórin í Klaksvík heldur, at her eru stórir møguleikar, men tað krevst eisini, at tað ber til at finna skilagóðar millumvegir, har góðska og reinføri eru í topp, men har tað veruliga ber til at brúka okkara gomlu siðir og traditiónir.

 

- Vit hava eitt óvanliga gott tilfeingi, sum vit kunnu gangnýta til gleði fyri bæði okkum føroyingar og onnur, sigur Jógvan Skorheim.