Vit skulu bíða við flóttafólki til vit eru klár

Vit mugu fyrst taka okkum av teimum útlendingum, sum longu eru í Føroyum

- Vit skulu fyrst taka okkum av teimum útlendingum, sum longu eru í Føroyum. Síðani kunnu vit fara at hugsa um eisini at fáa flóttafólk til landið.

Tað heldur Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Í kjaki á Rás2 vísti hon á, át, at spurningurin um flóttafólk er ein ómetaliga torgreiddur og umfatandi spurningur.

Tí mugu vit arbeiða í stigum, áðrenn vit koma so langt, at vit kunnu hugsa um at fáa flóttafólk til Føroya.

 

Hon fegnast um, at hol er sett á kjakið um at fáa flóttafólk til Føroya, og hon heldur eisini, at hetta er ein ábyrgd vit eiga at taka á okkum.

Men hon ávarar ímóti at at fara ov skjótt fram og hon hevur varhugan av, at løgmaður hevur lopið fleiri lið um, tá ið hann tosar um at fáa flóttafólk til Føroya.

- Tað er sum at fara beint frá at grulva til eitt lív sum vaksin.

Gunvør Balle heldur, at ímillum tað eru nógv menningarstig, sum vit mugu ígjøgnum, áðrenn vit kunnu átaka okkum at taka tað víðongda stigið tað er at taka ímóti flóttafólki.

 

Í hesum sambandi heldur hon, at tað er avgerandi neyðugt at yvirtaka útlendingamálið, so at vit sjálvi hava tamarhald á gongdini og so at vita vita, hvat hetta yvirhøvur ber í sær.

- Tað er ikki skilagott at gera eitt ógvuliga fløkt málsøki enn fløktari við at lata danir umsita tað fyri okkum, leggur hon afturat.

Tá ið vit ikki hava fullveldið, hava vit onga løgfrøðiliga skyldu til at taka flóttafólk til Føroya, leggur hon afturat.

 

Harafturat eiga vit at byggja teir umsitingarligu førleikarnar upp í Føroyum til at handfara støðuna trygt og væl

Í hesum sambandi heldur hon, at vit eiga at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um ráðgeving og hjálp eftir tørvi, tí økið er so ómetaliga torgreitt og umfatandi.

- Tað eru ein røð av upplýsingum, sum skulu kannast, eitt nú sannleiksvirðið í upplýsingunum um flóttafólkini, spurningurin um flóttafólkalegur o.s.fr., sigur hon.

 

Gunvør Balle vísir á, at íslendingar taka eini 20 - 30 flóttafólk til íslands um árið og teir hava tikið ímóti eini 550 flóttafólkum tilsamans hesi seinastu 50 árini.

 

- Men teir hava alla tíðina lagt dent á at hava ein góðan integratiónspolitikk og eisini í hesum sambandihaldi eg at vit leypa nøkur stig um,

- Vit hava 1600-1700 útlendingar í Føroyum í dag og tey ganga sum skuggar ímillum okkum, tí vit hava ikki givið teimum eina rødd og vit hava givið teimum alt ov lítla undirvísing í føroyskum.

 

Vit eiga at byrja við at taka okkum av teimum útlendingum, sum longu er her og at brúka hetta til at byggja eina umsiting upp á økinum.

- So kunnu vit tosa um flóttafólk seinni, men lat okkum fyrst integrera teir útlendingar, sum longu eru her, í tað føroyska samfelagið.

 

- Vit skulu ikki fara fram eftir fummum og tí mugu vit stýra økinum sjálvi og seta okkara egnu reglur fyri, hvussu tað skal gerast.

 

Hon vísir til eitt dømi úr Íslandi, har íslendska stjórnin og Akranesar kommuna einaferð gjørdu av at taka ímóti 10 - 15 einkjum úr Palestina og børnum teirra, tilsamans  upp ímóti 30 fólkum sum komu úr eini flóttafólkalegu í Irak

Tað varð gjørt í samráð við ST, men áðrenn tey komu, var stórt fyrireiking gjørt, har allir partar tóku sína ábyrgd á seg.

Sostatt vóru einkjurnar tryggjaðar eitt starv, teimum varð øllum tryggjað holla undirvísing í íslendskum, tey fingu tulkatænasta, sálarfrøðing, læknahjálp og serligar fyriskipanir vórðu settar í verk til børnini.

Gunvør Balle sigur, at hetta hepnaðist serstakliga væl, tí tey vórðu øll integrerað í íslendska samfelagið.