Uppskotið um nýggja fosturtøkulóg kom fyri tingið á vári í fjør. Uppskotið fall við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti.
- Vit hava merkt, at kjakið kólnaði, tá uppskotið fall. Luftin fór úr ballónini hjá teimum sum eru fyri, at kvinnan skal eiga avgerðina um abort, sigur Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari á Javnstøðuskrivstovuni.
Málið fall við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti, og tí halda tey í Javnstøðunevndini, at málið kennist óloyst.
- Hetta er sum ein fótbóltsdystur sum endaði 2-2, við ongari yvirtíð ella brotssparkskapping, sigur Brandur Mortensen Nolsøe.
Fyri at birta uppundir kjakið aftur, verður orðaskifti og framløgur í Reinsarínum í morgin, 7. mars. Tiltakið er liður í Femifagnaðinum, við tiltøkum vikuna undan kvinnudegnum.
Tiltakið snýr seg um, hvør almenni hugburðurin til fosturtøku er í dag. Hvussu kjakið hevur flutt seg seinastu árini, og hvønn leiklut menn eiga at hava.
Javnstøðunevndin hevur viðgjørt fosturtøkuspurningin, og mælir til, at kvinnan eigur sjálvsavgerðarrættin.
Í fjør gjørdu Heini í Skorini og Herit Albinus eina kanning sum vísti, at ábendingar eru um, at flestu føroyingar taka undir við, at kvinnan sjálvt skal eiga avgerðina um fosturtøku.
- Undirtøkan fyri fría valinum veksur. Tað eru allar orsøkir at koma til tiltakið í morgin, tí hetta er spennandi at viðgera. Kanningin vísti, at eingin stórvegis munur er á, hvat kvinnur og menn halda. Hinvegin er nógv, sum bendir á, at átrúnaður, politisk hugsjón og hvar tú býrt eru avgerandi fyri hugburð til fría abort, sigur Brandur Mortensen Nolsøe.
Tiltakið verður 7. mars klokkan 19 í Reinsarínum.
Skráin:
- Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Setrinum, greiðir frá um niðurstøðurnar frá kanning um hugburð til abort í Føroyum.
- Turið Nolsøe, ph.d. og postdoc á Syddansk Universitet, hugleiðir um kjakið um abortlóggávuna.
- Orðaskifti um abort og hvussu lóggávan kann dagførast.
Luttakarar eru:
- Regin Berg, stjórnmálafrøðingur og granskari
- Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentafrøði
- Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari á Javnstøðuskrivstovuni
- Sigrið Mohr Leivsdóttir, stjórnmálafrøðilesandi og nevndarlimur í Fríum Vali
Óluva Zachariasen er vertur og orðstýrari.
Undan og eftir innsløgini framførir Guðrið Hansdóttir nøkur løg.