Seinna arbeiðshefti til lesibókina hjá fyrsta flokki er nú givið út, og er tað Føroya Skúlabókagrunnur, sum stendur fyri útgávuni.
Hjørdis Heindriksdóttir hevur skrivað, meðan Olivur við Neyst hevur myndprýtt bókina. Vit skriva 2 er framhald av fyrra arbeiðsheftinum, og fylgja hesi bæði heftini við lesibókini.
Við ymsum venjingum verður roynt at festa útsjóndina á bókstavunum og ljóð teirra í minnið hjá børnunum. Uppgávurnar eru til at venja næmingarnar við at skriva bókstavirnar, og styrkja lesiinnlæringina.
Gramar hevur staðið fyri tí grafiska arbeiðinum, meðan Dimmalætting hevur prentað. Vit skriva 2 er 38 blaðsíður og fæst í bókabúðunum kring landið fyri 48 krónur.