Í tíðindaskrivi sigur Føroya Tele, at filtrið einans skrásetir, hvussu nógvar vitjanir, ið útvaldar barnapornografiskar heimasíður hava havt, og ikki hvør tað er, sum vitjar tær. Hagtøl fyri vitjanirnar verða send donsku ríkisløgregluni.
Halda ikki eyga við fólki
Í skrivinum sigur Føroya Tele, at fyritøkan ikki heldur eyga við, hvør vitjar barnapornografisku síðurnar. Tað, sum filtrið ger, er, at um ein persónum av tilvild ella tilvitað kemur á eina barnapornografiska heimasíðu, fær viðkomandi eina STOP-síðu á skíggjan.
Einki eftirlit er við, hvørjir persónarnir eru, ið vitja hesar heimasíður, og tí fær hvørki danska ríkisløgreglan ella nakar annar at vita, hvør tað er, ið sum vitjar síðurnar.
Í stuttum kann tí sigast, at nýggi filtrið hjá Føroya Tele bert snýr seg um hagtøl og fyribyrging, og als ikki um persónsskráseting, verður sagt í tíðindaskrivinum, sum í dag er sent fjølmiðlunum.