Mest sjónligi leikarin hjá HB sunnudagin var uttan iva lítli, men kviki, áleyparin, Bárður Mortansson.
Bjóðaði av
Ferð eftir ferð royndi hann at bjóða mótstøðumonnunum av, og við skjótleika sínum megnaði hann eisini at skapa vandamiklar støður, tá bólturin varð stungin inn um mótstøðuverjuna. Eydnan var tó ikki við honum, tá hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki slapp leysur móti málverjanum, og fyrsta altjóða málið í HB búnanum má tí bíða nakað afturat.
Eins og restin av HB liðnum, so megnaði Bárður tó ikki tað stóra, tá teir 90 minuttirnir vóru um at vera lidnir, og seinastu løtuna var ikki nógv orka til teknisku snildirnar.
Til at tosa við
Eftir dystin hittu vit ein sjónliga troyttan Bárð, og spurdu vit hann, hvussu hansara fatan av dystinum var:
- Eg haldi, at teir so avgjørt vóru til at tosa við, og serliga í verjupartinum tóktust teir ikki at vera so øgiliga væl fyri. Trupulleikin er tó, at vit ikki skora upp á teir møguleikar, sum vit fáa, og tá teir so fáa síni mál í fyrra hálvleiki, er dysturin sum so liðugur fyri okkara viðkomandi.
Hinvegin hevði dysturin ikki tann heilt stóra týdningin hjá okkum, og vit hava heldur ikki merkt nakað trýst frá hvørki leiðslu ella venjara um, at málið var at koma víðari ella nakað líknandi.
Tað hevur verið nógv tosað um aldurin á HB liðnum í ár, og tað er eisini ein sannroynd, at nógvir av leikarunum á vøllinunum í dag høvdu lítlar ella ongar altjóða royndir. Heldur tú eisini, at hetat ávirkaði avrikið?
Ja, móti endanum vóru vit rættuliga nógvir ungir leikarar á vøllinum, og so eru royndirnar sjálvandi ikki til staðar. Hinvegin haldi eg ikki, at hetta hevur gjørt nakran skaða. Týdningarmesta hjá okkum í dystinum var nevnliga at fáa nakrar royndir, og so sjálvandi eisini at spæla eitt sindur á grasi. Í so máta var hetta eitt slag av roynd undan steypafinaluni.
At spæla á grasinum er eisini heilt ørðvísi, enn tá spælt verður á graslíki. Her ber í nógv størri mun til at renna longu sendingarnar upp aftur, og hetta haldi eg er størsti munurin hjá okkum uppi í álopinum.
Hugsa um heimligu kappingina
Nú nevndi tú sjálvur steypafinaluna. Er hetta nakað, sum liggur frammaliga í hugaheiminum, ella hugsa tit eins nógv um dystin á útivølli móti Lombard?
Fyrst og fremst royna vit at hugsa um dystirnar í heimligu kappingini. Komandi dagarnir verða nakað strævnir. Fyrst hava ein framskundaðan dyst móti B71 at hugsa um, og í løtuni verður mest hugsa um hendan. Dystin í Ungarn hava vit so at siga slettis ikki tosaå um, og eg haldi vit hugsa nógv meira um steypafinaluna, sum verður eina viku seinni.
Endamálið við dystinum í Ungarn, verður tó helst tað sama. Nevnliga at fáa nakrar royndir, og so eisini at venja seg við grasið.
Góð úrslit aðrastaðni
Tá dysturin móti Lombard var lokin, vóru úrslitini fyri 9. umfar í fyrstu deild eisini greið, og einki er at dylja, at Bárður var fegin um hesi.
- Flestu úrslitini lagaðu seg væl fyri okkara viðkomandi, men eg rokni við, at KÍ fara at verða nakað drúgvir í seinnu hálvu.
Hann leggur tó dent á, at HB?liðið á ongan hátt ætlar at geva skarvin yvir í oddastríðnum. Hóast teir einki trýst kenna á sær, so fara teir á vøllin fyri at vinna í hvørjum dysti, og verður hugburðurin hin sami, sum hann hevur verið higartil í landskappingini, man tað neyvan fara at ganga heilt galið.;la við B71.
Vágamenn høvdu havt hópin fleiri stig, um dystirnir bara vóru í ein tíma. Teir eru framvegis illa staddir, men tað tykist framvegis at vera møguleiki fyri, at teir kunnu fáa stig móti øllum. Lykladysturin hjá teimum verður 27. august, tá teir fáa sumbingar á vitjan.m avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.
Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?
Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.
Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.
Takk fyri
Jóannes Eidesgaard










