Vit skora á Anfield

Arsenal má skora í seinnu fjórðingsfinaluni ímóti Liverpool á Anfield Road í kvøld, um teir skulu vinna seg í Champions League-hálvfinaluna. Danski Arsenal-leikarin Nicklas Bendtner hevur góðar vónir: - Tað hendir ikki ofta, at vit í Arsenal spæla 0-0. Liverpool hevur sjálvandi lagt ein taktikk, og vit hava lagt okkara. Men vit megna altíð at skora, og vit koma til okkara málmøguleikar. Ì fyrru fjórðingsfinaluni var Bendtner so óheppin, at hann bjargaði einum skoti hjá liðfelagnum, Cesc Fabregas á málstrikuni hjá Liverpool. Bendtner gjørdi tó skaðan góðan aftur, tá hann skoraði ímóti Liverpool í Premier League-dystinum, sum var leiktur leygardagin.