Vit síggja stórar møguleikar fyri vøkstri saman við Sosialinum

- Tá ið tað frættist, at Sosialinum var til sølu, var tað púra natúrligt at Føroya Tele lá framvið sum ein keypari fyri fyri at tryggja okkara áhugamál, sigur Richard Mortensen á Føroya Tele

Fjølmiðlar
 
­- Tá ið tað frættist, at Sosialurin var til sølu, var tað heilt nátúrligt, at vit lógu fram við sum ein keypari fyri at tryggja okkara áhugamál.
Tað sigur Richard Mortensen, stjóri í FT-Samskifti, sum er eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele.
Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum, er Føroya Tele ein av nýggju eigaranum av Sosialinum og sostatt er telefyritøkan farin undir eitt spildurnýtt kapittul í søgu felagsins.
- Hetta er eitt nýtt kapittul í okkara verð, men hetta er eitt tiltak, sum vit fara undir við stórum spenningi.
- At vit eru við til at keypa Sosialin er eitt heilt natúrligt framhald av tí samstarvi, vit hava havt nú í nøkur ár.
 
Í stórum vøkstri
Í nøkur ár hava Føroya Tele samstarvað við Sosialin um tíðindi á portal.fo, umframt um ítróttartíðindi á sportal.fo og ungdómstíðindi á planet.fo.
- Hetta eru tríggjar avbera væl vitjaðar síður á internetinum, serliga portalurin, sum er í serflokki mest vitjaða heimasíða í landinum við 200.000-250.000 vitjanum um vikuna.
-Tað sigur okkum bara tað, at tað, at er ein munandi partur av Føroya fólki, ið hevur portalin sum ein natúrligan part av gerandisdegnum og tað sama ger seg galdandi fyri sportalin og planetina.
Richard Mortensen sigur, at hesi seinastu árini hevur rættiliga stór øking verið á hesum øki, har Sosialurin hevur staðið fyri tíðindaflutninginum og har Føroya Tele hevur lagt dent á at menna tøknina.
- Eitt ítøkiligt úrslit av hesi tøkniligu menningini er flags-tænastan, har tað ber til at fáa tíðindi á fartelefonina, sum eisini hevur verið eitt sera væleydnað tiltak.
 
Ein vinnulig íløga
Stjórin í FT-Samskiftið sigur, at hesi seinastu árini hevur hetta virksemið við portalinum, sportalinum, planetini og flags verið í stórum vøkstri.
-Hetta er ein partur í rákinum í londunum rundanum okkum, har tað ber til at fáa tíðindi á fleiri miðlum.
- Og tað er ongin ivi um, at tann íløga, vit nú gera í  Sosialin, er burturav ein vinnulig íløga, har ætlanin er at menna hendan partin av virksemi okkara enn meiri.
- Sosialurin vil fegin menna og veksa um miðlavirksemið og vit vilja fegin menna tøknina á hesum øki og skapa spennandi møguleikar tann vegin og í so máta er talan um eitt spennandi samstarv.
Richard Mortensen dylir heldur ikki fyri, at Føroya Tele sær stórar møguleikar fyri vøkstri.  
- Vit hava verið sera væl nøgd við samstarvið við Sosialin og tí er tað heilt náttúrligt, at tað heldur fram og verður ment enn meiri.
Hann vísir á, at persónliga samskiftið ímillum báðar fyritøkurnar hevur verið sera gott og at samstarvið hevur havt positiva ávirkan á báðar fyritøkurnar og sostatt er tað heilt natúrligt at halda frma og at menn atað enn meiri.
- At vit nú keypa Sosialin í felag, síggi eg sum eina staðfestin av tí samstarvi, sum hevur verið, leggur hann afturat og saman við Sosialinum meta vit eisini, at tað er góður gróðrarbotnur fyri at finna vakstrarmøguleikar.
Men enn kann hann onki siga um, hvønn veg hetta samstarv skal mennast, tí nú skulu nýggju eigararnir á Sosialinum seta seg saman at stinga framtíðina út í kortið.