Jacob Vestergaard (F), landsstýrismaður í fiskivinnumálum fegnast og kann anda lættan, nú bert fá tons eru eftir av sjálvtillutaðu føroysku makrelkvotuni fyri 2013.
- Málið í ár var fyrst og fremst at fáa fiskað kvotuna upp, og tað er eydnast til fulnar, so eg kann ikki annað enn vera fegin um tað, sigur Jacob Vestergaard.
Í morgun vóru bert 1589 tons eftir at fiska hjá føroysku skipunum. Føroyska heildarkvotan er sløk 126.000 tons í ár, og av hesi kunnu føroyskt skrásett skip fiska 111.000 tons, meðan restin verður latin útlendskum skipum í býti við annan fisk. Men umframt tey 111.000 tonsini vóru sløk 33.000 tons eftir frá í fjør, sum vórðu løgd omaná kvotuna í ár, soleiðis at samlaða veiðinøgdin av makreli í ár er 144.000 tons hjá teimum føroysku skipunum.
Broytt strategi
- í fjør var málið at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo av makreli og kanska eisini finna út av, hvør skipabólkur best megnaði at útnytta kvotuna. Tað hevði við sær, at kvotan ikki varð uppfiskað. Tá vóru vit eisini langt frá at fáa tað inn í avreiðingargjøldum, sum vit høvdu væntað og eisini ásett í fíggjarlógini. Men í ár hava vit avlop á tí salduni, staðfestir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Bert slakar 18 milliónir krónur komu inn í avreiðingargjøldum í fjør, meðan tað í fíggjarlógini varð roknað við 70 milliónum krónum. Longu nú, áðrenn liðugt er fiskað, eru slakar 126 milliónir krónur komnar inn í avreiðingargjøldum, meðan fíggjarlógin sigur 107 milliónir krónur.
Avreiðingargjøldini eru fyri bæði makrel og sild.
Landsstýrismaðurin dylir tó ikki, at tað fyri hann hevur havt nógv størri týdning at fáa tonsini upp úr sjónum enn at fáa málið um avkast til landskassan at halda.
Væl skipað vinna
- Sjálvandi er tað gott, tá alt gongur upp í eina hægri eind, sum tað hevur gjørt í ár, men júst nú hevur tað so ógvuliga nógv at siga fyri okkara samráðingarstøðu, at vit kunnu prógva, at vit megna at fiska ta kvotu, vit hava ásett. Og tað hava vit prógvað væl og virðiliga. Harafturat er makrelurin í stóran mun virkaður á føroyskum virkjum og umborð á føroyskum skipum.
- Vinnan hevur dugað ómetaliga væl at skipa seg. Tey stóru uppsjóvarskipini hava fylt upp í eitt skip á gangin, so tey hava kunnað siglt í pendulfarti inn at lan-da við so feskum fiski sum møguligt. Nú standa vit við tí luksustrupulleikanum, at vit kanska hava fiskað ov skjótt, tí nú, tá kvotan er at kalla uppi, hava skipini rakt við stóran makrel langt inni á føroyskum sjóøki eystanfyri. Hetta er tann makrelurin, sum japanar vilja gjalda nógv fyri, men tað gerst so ikki við, sigur Jacob Vestergaard.
Onki a konto-fiskarí
Vanligt er annars, at strandarlondini leggja upp fyri og loyva sær annaðhvørt at fiska nøkur prosent niðurfyri av kvotuni næsta ár, ella øvugt, flyta ófiskaða kvotu tvørtur um ársskifti, sum Føroyar gjørdu við ófiskaðu kvotuna í fjør.
- Vanliga hevði onki forgjørt verið í at gjørt so, men sum støðan er júst nú, hevði tað helst verið eitt óheppið signal at sent. Vit stremba eftir at fáa eina avtalu um makrelin aftur, og við tí í huga hevði tað verið rættiliga tápuligt, um vit nú fóru at fiska meira enn ta nøgdina, sum so stór øsing longu hevur verið um, staðfestir Jacob Vestergaard.
Fakta:
Soleiðis sær avgjalds-saldan út fyri uppsjóvarfiskiskapin, nú makrelkvotan er um at vera fiskað, og tilsvarandi støðan, tá makrelháarstíðin var av í fjør:
Avgjøld higartil 2013: 120,8 millionir krónur
Inntøka, ásett í fíggjarlógini fyri 2013: 107 milliónir krónur
Avlop: 3 prosent
Avgjøld 2012: 17,9 milliónir krónur
Inntøka, ásett í fíggjarlógini fyri 2012: 70 milliónir krónur
Avlop: - 74 prosent
Avreiðingar, makrelur og norðhavssild
Makrelur og norðhavssild 2013
Dagført 22. oktober 2013
Makrelur Norðhavssild
Varðin Pelagic 37157 17583
Vestmanna Seafood 1695 229
PP Faroe Pelagic 36506 17149
Útlendsk móttøkuskip 15648 6016
Havsbrún 22294 24969
Føroyskir frystitrolarar 29230 12133
Til samans 142530 78079
Samlaða kvotan hjá føroysku skipunum at fiska í ár er sløk 143.795 tons av makreli og 105.230 tons av sild. Eftir at fiska eru 1589 tons av makreli og 22.902 tons av sild.










