Vit renna ikki undan eini avtalu

- Tað er onki í vegin fyri at halda fund við fakfeløgini, men tað nyttar so lítið, tí avgerðin er longu tikin. Tí broytir ein fundur onki, sigur Kristian Magnussen, formaður fyri tingmanningina hjá Javnaðarflokkinum


- Tað er rætt, at fakfelagsfólk og onnur hava heitt á meg um at fáa  fund við tingmanningina.
John Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, váttar, at hann hevur fingið áheitan um fund við fakfeløg og onnur.
- Men eg havi ikki heimild at skipa fyri fundi í flokkinum. Tí havi eg gjørt tað einasta, eg kann gera og tað er bera boðini víðari til Kristian Magnussen, sum er formaður fyri tingmanningini. 
Hann sigur, at tað er stórt trýst á politiska arbeiðnum í løtruni og tað kan nvera ein orsøk til, at tað er so torført at fáa fund í lag.
- Hinvegin er tað harmiligt, at tað skal ganga so strilti at koma á tal við tingmanningina og tað kann ikki vera rætt, sigur John Johannessen.
Hann vísir kortini á, at skattalættin er ein partur av eini avtalu í samgonguni. Eftir hesi avtaluni skal útgjaldið úr Samhaldsfasta meiri enn tvífaldast í hesum valskeiðnum og tað er at fegnast stórliga um.
- Skattalættin er prísurin fyri hækkingina í Samhaldsfasta.Fara vit at pilka við skattalættan, dettur avtalan um Samhaldsfasta eisini burtur, sigur John Johannessen.
Hann vísir kortini á, at skattalættarnir, sum eru lætnir frammanundan, hava givið øllum vanligum skattgjaldarum við miðalinntøkum, mest.
 
Fegnast um Samhaldsfasta
Eisini Kristian Magnussen, formaður fyri tingmanningina váttar, hann hevur fingið áheitan um fund.
Fyri so vítt er onki í vegin fyri at halda fund og tað kunnu vit eisini gott.
- Men ein fundur kann ikki broyta nakað, tí skattalættin er ein avtala og henni renna vit ikki undan.
Hann sigur, at ein partur í avtaluni er, at útgjaldið úr Samhaldsfasta skal hækkast munandi.
- So eru fakfeløgini ónøgd við skattalættan, vóni er, at tey eru somikið feganri um ábøturnar í Samhaldsfasta, tí har betal tey mest, sum forvinna mest, men øll fáa tað sama úr aftur, sigur Kristian Magnussen.
Hann staðfestir, at Samhaldsfasti er eitt mál, sum Javnaðarflokkurin hevur mett ómetaliga høgt, tí hann er ein veruligir bati, serliga hjá teimum, sum ikki forvinna so nógv.
Annars vísir hann á, at tað er so ymiskt sum skattlættin kann metast.
- Tá ið hækkingin í Samhandsfasta verður tikin við, er skattalættin lítil og ongin. Vit avtalaðu eisini, at skattalættin skuldi ikki kosta meiri enn 60 milliónir um árið. Nú kostar hann eitt sindur meir enn tað, men vit hava skorið av í hægra endanum. Tað varð eisini avtalað, at marginalskatturin skuldi lækka 8%, men hann hækkar bara 3%. Marginalskatturin er skatturin av teimum seinast tjentu krónunum.
- Eitt endamál var esini hækka markið fyri, nær marginalskatturin skal gjaldast. Í Føroyum betaltu vanlig verkafólk marginalskatt, men í Danmark var markið tvær verkamannalønir.
- Hinvegin avtalaðu vit eisini at ongin skuldi betala toppskatt, fyrrenn inntøkan kom upp á 300.000 krónur, men  tað kemur ikki longur upp enn á 270.000 krónur.
Hví  møtti ongin javnaðarmaður í fíggjarnevndini, tá ið fakfeløgini vóru har at tosa um skattalættan?
-Vilhelm, Johannesen, sum er nevndarlimur, var sjúkur og eg, sum eri varalimur, var upptikin av fundi í Rættarenvndini, har tað eisini vóru stórmál á skránni. Tað var málið um revsilógina og samkynd og eg boðaði fíggjarnevndini frammanundan frá, at eg fekk ikki møtt, tí vit høvdu kallað ymisk fólk til fundar í rættarnevndini.
- Ein trupulleiki er tey, sum forvinna lítið. Men tey betala næstan bara kommunuskatt. Ein við tveimum børnum, sum bara forvinnur 110.000, betalir ongan landsskatt.
- Vit eiga eisini at taka útgangsstøðið í einari arbeiðaraløn í fullari tíð. Tað er ikki samanhangur í, at vinnulívið skríggjar eftir arbeiðsmegi, samstundis sum at summi siga, at tey forvinna so lítið, sigur Kristian Magnussen.