Vit mugu vinna rest

Eftir javnleikin ímóti ÍF í gjárkvøldið, er 07 Vestur aftur aftast í Vodafonedeildini, tvey stig aftan fyri KÍ, og sostatt er trýstið á vágaliðið ikki blivið minni, nú bara trý umfør eru eftir.

– Vit hava kent trýst á okkum nokk so leingi, men nú vænti eg, at fáa vit ikki øll níggju stigini, ið eftir eru at spæla um, so er lítil møguleiki fyri at yvirliva, sigur Johan Petur á Stongum, sum ikki spælir fleiri dystir í ár fyri 07 Vestur, tí hann í dag verður lagdur undir skurð fyri ein gamlan skaða í økslini.

– Eftir at vit høvdu verið á odda 2-0 í hálvleikinum, trýsti ÍF okkum í botn í seinna hálvleiki, og eftir avrikinum kunnu vit vera glaðir fyri hatta eina stigi, tí satt at siga, so høvdu vit ikki uppiborið at fingið trý stig hesa ferð.