- Vit kunnu ikki rinda fleiri túsund krónur fyri ein buss, og lata ferðafólkini rinda nakrar hundrað krónur fyri ferðaseðlarnar. Tað sigur Regin Jacobsen, sum er stjóri á Strandferðsluni í løtuni.
Hann sigur, at fíggjarliga er Strandferðslan ógvuliga hart fyrispent og tí vera tey noydd at venda hvørjari krónu.
Og ein avleiðing av tí er tað, vit skrivaðu um her á www.in.fo fyrr í dag um at hereftir fara Bygdaleiðir at halda seg til ferðaætlanina.
Fyrr var tað so, at var neyðugt við serligari koyring til bólkar og ferðaløg, bar at til bíleggja buss og koyra fyri vanligan ferðaseðlakostnað. Men tað ber ikki til longur, uttan so, at bólkurin ella ferðalagið rinda fullan leiguprís fyri bussin og ikki bara vanligan ferðaseðlakostnað.
Tað merktu barnagarðsbørnini í Kvívík sviðan av í morgun
Les eisini: Máttu rinda 2600 krónur fyri at sleppa til Havnar
Regin Jacobsen sigur, at fíggjarætlanin hjá Strandferðsluni er so knívskorin, at tað ber ikki til at koyra fyri undirskot.
Hann sigur, at eykakoyring kostar Strandferðsluni tríggjar milliónir um árið. Ein partur av hesi eykakoyring slepst ikki undan, tí tað er í sambandi við at ferðaætlanin broytist í ymsum sambandi.
Men ein partur av kostnaðium er eisini av tí, at bólkar hava bílagt sertúrar, har tey hava goldið vanligan ferðaseðil.
Tað gevur ofta Strandferðsluni nakrar túsund krónur í halli av hvørjum túri og tað hallið er rætt og slætt neyðugt at sleppa av við, sigur stjórin.
Tí verða sertúrar ikki gjørdir longur, uttan at ferðalagið rindar fullan prís fyri bussin, tí tað hava vit ikki ráð til, sigur hann. Regin jacobsen leggur afturat, at tað er ikki Strandferðslan, sum eigur bussarnar, so tað er eigarin, sum avgerð, hvat bussurin kostar at leiga.
Hann sigur, at í fjør brúkti Strandferðslan góðar 143 milliónir, men í ár er fíggjarætlanin góðar 141,5 milliónir krónur.
Tað merkir, at fyri at halda játtanina í ár, skal raksturin skerjast tvær milliónir afturímóti tí, sum varð brúkt í fjør. - Tí mugu vit venda hvørjari krónu, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at politisk undirtøka er ikki fyri at skerja túratalið, so har er eingin sparing at finna. Tað er heldur ikki talan um at siga fólk úr starvi.
Men annars verður leitað eftir sparingum aðrastaðni fyri at fáa játtanina at røkka, leggur hann afturat.
- Men bíleggja bólkar og ferðaløg pláss í nóg góðari tíð, fara vit at gera, tað, vit kunnu fyri at nøkta tørvin. Vit royna altíð at gera tær tillagingar, vit kunnu gera, og sum ikki kosta okkum nakað. - Men at koyra fyri undirskot, kunnu vit ikki forsvara, leggur hann afturat.
Regin Jacobsen sigur, at annars er Strandferðslan í samskifti við tey, sum koyra Bygdaleiðum at vita, hvussu sær út við koyringini.
Í hesum sambandi verður hugt eftir, um vit hava ov nógv busspláss á túrum, har lítið fólk ferðast og kanska ov lítið pláss á túrum, har nógv fólk ferðast.
- Endamálið er sostatt at vita um tað ikki ber til at brúka orkuna betri. Í hesum sambandi verður eisini kannað, um tað ber til at leggja túrar saman ella um tað er rættast at flyta túrar fyri at nøkta tørvin betri.
Regin Jacobsen sigur, staðfestir, at játtanin javnvigar á eini knívsegg, so tað skal eingin eyka útreiðsla til, so heldur roknistykkið ikki longur.
|