Vit mugu víðari

- Hetta var forferdiligt, segði føroyski málmaðurin eftir dystin leygardagin. Hann legði tó dent á, at liðið má royna at koma víðari

Jákup Mikkelsen hevur seinastu tveir landsdystirnar latið 12 mál farið ígjøgnum, og tað munnu verða nógv ár síðani, at so nógv mál eru farin ígjøgnum hjá føroyska landsliðnum í tveimum fylgjandi dystum.
- Hetta var forferdiligt. Dysturin var eitt stórt vónbrot. Teir høvdu lætt við at spæla í fyrra hálvleiki, og teir fingu nøkur løtt mál, segði ein týðuliga vónbrotin Jákup Mikkelsen eftir dystin.
Hann hevði hondina á fimm av bóltunum, sum fóru í málið, og hevði hann verið hepnari, kundi hann ivaleyst havt forðað fyri onkrum av málunum.
- Mítt avrik var skuffandi. Eg kundi havt tikið bæði straffini, men eg veit ikki, um eg kundi gjørt nakað við hini málini.
- Nú hava vit tapt 6-0 í tveimum fylgjandi dystum, og tað er alt ov nógv. Tað man vera langt síðani, at landsliðið hevur fingið tvær slíkar avhølvingar á rað, segði Jákup Mikkelsen.
Hann legði dent á, at fyri landsliðið ræður tað bara um at koma víðari og gera tað betur næstu ferð.
- Vit kunnu ikki gera nakað við tað, sum er farið. Vit mugu bara koma víðari. Málmunurin nýtast vit ikki at hugsa so nógv um, men vit skulu bara royna at fáa nøkur góð úrslit, segði hann.
- Fólkið á landsliðnum er framvegis nóg gott til, at vit kundu fingið okkurt gott úrslit. Vit eiga ikki at blíva so avhølvaðir, sum vit blivu bæði í dag og seinast.