Vit mugu tryggja farleiðina út í Hest

Tað tykist sum, at landið er farið undir eina miðvísa ætlan, at avtofta Hestoynna. Frá 1. nov. hevur Strandferðslan skorið netto 11 túrar av um vikuna (38% av tilkallu túrunum) millum Hest og Gomlurætt, m.a. týdningarmikla morguntúrin.

 

Fyri hestfólk hevur hetta vanlukkuligar avleiðingar fyri alt virksemi í oynni, tí nú hava tey tikið allar møguleikar frá fólki at liva og virka úti í Hesti. Vit hava valt at hava eitt samhaldsfast samferðslukervið og fólk í Hesti hava sama rætt til samferðslu sum fólk á Sandoynni og aðrastaðni í Føroyum.

 

Her má Tórshavnar Kommuna verja sínar oyggjar og geva Samferðslumálaráðnum greið boð um, at hetta kann ikki góðtakast. 

 

Man undrast: Hvar eru býáðslimirnir, ið eisini eru løgtingslimir og enntá samgongulimir? Hava teir gloymt Hestoynna?

 

Hóast tað ikki eru mong fastbúgvandi fólk eftir í oynni, eru tað millum 50 og 100 fólk, ið hava tætt og regluligt tilknýti til oynna. Á páskum, um sumrarnar og ferium annars, er fult av fólki í oynni, og ymiskt nýtt virksemi, m.a. tilboð til ferðavinnuna er undir fyrireiking. Men alt hetta dettir niðurfyri, tá siglingin út í Hest er so álvarsliga skerd.

 

Bústaðarneyðin er stór í Havn og eg veit um fólk, sum eru slektað ella hava atgongd til hús úti í Hesti, og sum høvdu ynskt at flutt út. Um ikki annað í eina tíð. Men so mugu tey siga arbeiðið frá sær, tí tú sleppur ikki inn á Gomlurætt kl. 7.30 um morgunin.

 

Tað er væl skilligt, at hestfólk siga, at tá SSL ikki megnar sína uppgávu, má tunnilsprosjektið broytast og Hest knýtast upp í.

 

Tjóðveldi ætlar ikki at sleppa Hestoynni upp á fjall.