Vit mugu tora at seta treytir

Føroyar eru vorðnar eitt satt sjálvtøkuborð hjá útlendskum kapitali, og eitt, vit mugu kanna politiskt, er føroyski fiskiskapurin í Barentshavinum

– Taka vit ongi politisk stig, men bara lata standa til, hava vit onga flakavinnu eftir í Føroyum um skamma stund.

 

Tað er Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sannførdur um. Hann vísir á, at fiskur er at fáa, men meginpartin av hesi frálíku rávøru verður keyptur av peningasterkum útlendskum feløgum, væl hjálpt av føroyskum umboðsmonnum. Sostratt eru vit vorðin til eitt satt sjálvtøkuborð hjá útlendskum kapitali og eftir standa okkara virkir og teirra arbeiðsfólk - við sviðusoð.

 

– Høvdu okkara tilfeingið av uppsjóvarfiski, við at áseta eitt avgjald upp á tvær krónur fyri kilo av makreli og sild, sum vórðu avreidd uttanlands, vóru hesi stóru nýggju pelagisku virkini ongantíð bygd í Føroyum, sigur Bjarni Hammer

 

Hann vísir á, at vit hava longu eina lóg, sum sigur, at allur fiskur skal avreiðast í Føroyum. Men tíanverri hevur tað lítlan og ongan týdning, tí tað mesta verður bara umskipað í Føroyum og sent av landinum aftur, til aðrar tjóðir at arbeiða.

 

– Viljin hjá teimum, ið hava fingið framíhjárættin til hesi fiskirættindini, til at fiskurin verður virkaður í Føroyum, er lítil Útlendski kapitalurin sleppur ráða, hóast føroysku flakavirkini, og Føroyar, líða undir hesum, sigur løgtingsmaðurin.

 

Tí heldur hann, at vit mugu tora at seta treytir, soleiðis, at botnfiskurin verður framleiddur og góðskaður í Føroyum. Hann heldur eisini, at forboð eigur at verða sett fyri at útflyta heilan, óviðgjørdan fisk.

 

Fyri at nevna eitt dømi, vísir hann á, at vit fiska í Barentshavinum og lata stórar nøgdir av uppsjóvarfiski afturfyri. Hetta er uppsjóvarviskur, sum einsvæl kundi verðið virkaðar her á landi ,og tí heldur hann, at føroyski fiskiskapurin í Barentshavinum er eitt roknistykkið vit eiga at hyggja nærri at politiskt.

 

Hann vísir eisini á, at í næstum verða yvir 3000 tons avreidd í Føroyum úr Barentshavinum og undan Kanada og hann heldur, at tað verður spennandi at vita, hvussu nógv av hesum verður virkað í Føroyum, og hvussu nógv verður umskipað og sent beinleiðis aftur av landinum. 

 

Trýst HER og les meiri um, hvørjar tankar, Bjarni Hammer hevur gjørt sær um flakavinnuna í Føroyum og um hetta rávøruhjálandi, sum hann kallar Føroyar