Sølan av Fiskavirking
? Vit mugu tora at bjóða av.
Løgmaður hevur onki ímóti at sølan av Fiskavirking verður so fríð og opin sum gjørligt.
Tí hevur hann heldur onki ímóti, at Fiskavirking verður seld undir einum og hann hevur heldur onki ímóti, at útlendingar sleppa at bjóða á jøvnum føti við føroyingar.
Hann heldur, at hetta er ein spurningur um at bjóða framtíðini av og at bjóða seg fram í altjóða kappingingi.
Annars hava tingmenn í samgonguni róð uppundir at samgongan eigur at taka spurningin um søluna av Fiskavirking upp. Eitt nú verður hildið, at samgongan eigur at viðgerða spurningin um Fiskavirking skal seljast undir einum og um útlendingar skulu sleppa at bjóða.
Eitt nú hevur Alfred Olsen ført fram, at Fiskavirking eigur at seljast í smáum, tí verður hon seld undir einum, er vandi fyri, at vit bara fáa eitt privat monopol ístaðin fyri tað almenna monopolið, sum hann nú sigur Fiskavirking vera. Samstundis er vandi fyri, at virki í útjaðaranum fara at verða stongd. Alfred Olsen heldur eisini, at verður hon seld í smáum, fæst betri prísur fyri hvørt einstakt virki.
Men Løgmaður er samdur við nevndina í Framtaksgrunninum í, at Fiskavirking skal seljast í einum og at útlendingar skulu sleppa at bjóða á jøvnum føti við føroyingar.
Vinnupolitikkur og økispolitikkur
Løgmaður ásannar, at verður Fiskavirking seld í smáum, fæst kanska betri prísur fyri tað.
? Men eg haldi, at tað er ógvuliga umráðandi at vit eisini hugsa um tíðina eftir søluna.
Hann sigur, at hetta er tann klassiski spurningurin um vinnupolitikk mótvegis økispolitikki.
Hann sigur, at tað er sera umráðandi at vit framyvir hava eina fiskivinnu í Føroyum, sum er nóg sterk til at gera seg galdandi á marknaðinum og sum veruliga kann skapa nøkur virði í landinum.
? Vit hava verið á eini ráðstevnu um einskiljing og har kom týðiliga til sjóndar, at í Grønlandi var tað ein avgjørdur fyrimunur at hava eitt sterkt framleiðsluvirki.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað hevur altíð gingið upp og niður hjá flakavinnuni, so kreppan nú er ikki eindømi.
? Vit vita eisini hvat vit fóru frá. Fyri 15 árum síðani høvdu vit flakavirki á hvørjum tanga og vit minnast øll, hvussu tað endaði: Fiskavirkini høvdu eitt undirskot upp á 700-800 milliónir og alt fó á heysin.
Hann sigur, at hesa støðu vilja vit ikki koma í aftur.
? Tí eiga vit at vera ómetaliga varin við at liða fiskavirking sundur aftur og at fara at føra økispolitikk við fiskivinnuni, tí so kunnu vit í besta føri siga, at vit lærdu onki av teirri óhugnaligu kreppuni fyrst í nítiárunum og tað vildi verið harmiligt.
? Tað átti í hvussu so er at verið ein fyrimunur við eini kreppu og tað er, at vit kunnu læra av henni.
Tvørturímóti heldur løgmaður, at tað er umráðandi, at vit hava so mikið stór framleiðsluvirki, at tey eru nóg sterk til at nýskapa framleiðsluna.
? Tað er heldur onki, sum talar fyri, at eitt sterkt felag fer at niðurleggja arbeiðið kring landið og at miðsavna alt virksemi, tí tað finst neyvan arbeiðsmegi til so stór virki inni á meginlandinum.
? Eitt sterkt framleiðsluvirki hevur tvørturímóti tann fyrimun at ber til at samskipa framleiðsluna á fleiri virkjum kring landið fyri at fáa sum mest burturúr.
Skilagott at lata samfelagið upp
Jóannes Eidesgaard heldur somuleiðis, at vit eiga at lata samfelagið upp fyri útlendingum og tí er hann heldur ikki fyri, at forða útlendingum í at bjóða upp á Fiskavirking.
? Eg haldi, at vit eiga at bjóða umheiminum av.
Hann vísir á, at onnur lond gera nógv burturúr at lokka útlendskar íløgur til landið fyri at geva vinnuni eina rættiliga lopfjøl til at fóta sær í altjóða marknaðinum.
Hann heldur eisini, at íslandssáttmálin er fyrsta stigið inn í eina altjóðgerð í Føroyum, tí í íslandssáttmálanum liggur, at vørur, tænastur, arbeiðsmegi og peningur skulu ferðast frítt ímillum londini.
? Hetta er nýhugsan, men soleiðis arbeiða londini rundanum okkum og tað skerst heldur ikki burtur, at tey londini klára seg rættiliga væl, ikki minst Ísland, sum stromar fram.
? Eg haldi, at lata vit ikki samfelagið upp, fáa vit heilt álvarsligar trupulleikar, tí so koma vit at verða afturúrsigld í allar mátar, sigur løgmaður.










