Vit mugu tóna reint flagg

Í tíðindunum hjá ÚF á døgurða varð sagt, at eg helt, at tað kundi skaða okkara umdømi í vesturheiminum, um fiskivinnusamstarvið við Russland helt fram og um russisk fiskiskip sleppa í føroyskar havnir.  

 

Men tað er ikki rætt. Í samrøðuni nevndi eg einki um fiskivinnusamstarvið ella havnastongsil. Her eiga vit at fylgja restini av vesturheiminum, og enn hevur vesturheimurin ikki steðgað fiskivinnusamstarvinum ella stongt havnir fyri fiskiskipum. 

Eg tosaði um samhandilin við Russland. Og hesin eigur at steðga. Fyrst og fremst tí tað er menniskjaliga og moralskt rætt. Tað hevur Javnaðarflokkurin sagt frá fyrsta degi. Og bleiv tað gjørt beinanvegin, so høvdu vit staðið sterk saman. Samgonga og andstøða. Vinnulív og borgarar.

 

Tað er upplýst fyri uttanlandsnevndini, at samhandilin við Russland í stóran mun longu er steðgaður upp. Orsøkin er, at tað ber ikki til at hava samhandil við Russland eftir handilstiltøkini, sum altjóða samfelagið longu hevur sett í verk.

 

Negativa umrøðan í miðlum í vesturheiminum skaðar okkara umdømi. Og hetta kann fáa størri avleiðingar fyri okkara útflutning til londini í vesturheiminum, sum er nógv størri enn útflutningurin til Russlands. Á tann hátt kunnu vit missa í bæði borð, um vit ikki tóna reint flagg. 

 

Vit skulu ikki geva útlendskum miðlum høvið at skíra okkum at vera holið í vesturlendska múrinum. 

 

Vit eru eitt lítið land, men vit hava eitt stórt hjarta. Eisini fyri okkara medmenniskjum. Tað eri eg sannførdur um. Og eg eri eisini sannførdur um, at í longdini fer tað at gagna okkum búskaparliga sum land at tóna reint flagg og steðga útflutninginum til Russlands. 

 

Aksel V. Johannesen,

 

formaður í Javnaðarflokkinum