Oljuvinnan kring allan heim hevur seinastu mánaðirnar siglt tungum sjógvi vegna lága oljuprísin, og hóast hann tykist, at vera á veg uppeftir aftur, so eru útlitini ikki serliga góð fyri vinnuna.
Søgur um hópuppsagnir, at skip verða løgd, at ætlaða útbyggingar verða sleptar o.s.fr., eru regluliga at lesa í bæði føroyskum og útlendskum miðlum.
Føroyska felagið Skansi Offshore hevur eisini merkt kreppuna. Felagið hevur áður gjørt broytingar í lønini hjá teirra starvsfólkum fyri at betra um raksturin, og í morgun bar Vágaportalurin tey tíðindi, at felagið hevur givið starvsfólkunum boð um fleiri broytingar í lønarviðurskiftunum í kjalarvørrinum av, at felagið hevur fingið í lag eina nýggja avtalu við bankarnar um raksturin av felagnum.
- Mest sum øll reiðarí í hesi vinnuni hava tí eina inntjening sum ikki er nøktandi, og mugu tí gera avtalur við sínar bankar fyri at koma ígjøgnum hesa truplu tíð. Hetta er eisini galdandi fyri Skansi Offshore, endurgevur Vágaportalinum úr einum skrivi frá Skansi Offshore til starvsfólkini.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Skansi Offshore, váttar fyri in.fo, at felagið má gera nakrar fíggjarligar tillagingar.
- Markanaðartreytirnar eru so truplar í løtuni, at vit hava einki annað val enn at tillaga okkum, um vit skulu klára tað. Oljuprísurin er hækkaður nógv, men enn er lítið virksemi í vinnuni og alt ov nógv skip. So vit vænta í minsta lagi tvey ring ár aftrat, og mugu tillaga virksemi til tað.
Stjórin leggur tó dent á, at hóast felagið í løtuni roynir at betra um raksturin, so eru ongar ætlanir at leggja nakað av skipunum, ið ikki hava sáttmálar.
- At leggja skip er eitt alternativ, ið vit meta um so loypandi. Tað er eingin loyna, at tað í løtuni hevði loyst seg betri, men talan er um eitt torskilt roknistykki. Tað er ikki lætt at fáa gongd í eitt skip aftur, og vit vilja ikki missa tey góðu fólkini vit hava.
- Vit hava eisini rímiliga nógv føroyska fólk umborð á skipunum, og tað vigar eisini nógv, tá ein avgerð skal takast um at senda fólk heim, sigur Jens Meinhard Rasmussen.










