Vit mugu skora fimm

Venjarin hjá Barcelona, Luis Enrique, væntar, at Barcelona má skora fimm mál í kvøld, um teir skulu koma víðari í semifinaluna í Champions League.

- Hetta er eitt sindur sum støðan móti PSG, men í teoriini mugu vit skora færri mál – ístaðin fyri fýra, einans trý fyri at fáa javnleik. Men eg vænti, at Juventus fer at fáa onkrar málmøguleikar, so vit fara at royna at skora fimm mál, segði hann á tíðindafundinum undan dystinum.

 

Juventus vann ein sannførandi 3-0 sigur á Barcelona í síðstu viku og Luis Enrique veit, at Barcelona tí einki val hevur í kvøld.

- Vit hava einki at tapa. Vit hava bara ein møguleika: álop, álop, álop. Síðani kunnu vit slappa eitt sindur av og so loypa á aftur, segði hann.

 

Í kvartfinaluni vóru tað fá, sum væntaðu, at Barcelona fór at vinna seg í semifinaluna, aftan á at teir taptu 4-0 í París móti PSG. Men ein ósannlíkur 6-1 sigur í seinna dystinum sendi Barcelona víðari.

 

Tá vóru fleiri sum vístu á, at hóast dómarin gjørdi onkrar feilir, so var tað PSG sum hevði høvuðsábyrgdina av, at teir taptu. Teir gloymdu snøgt sagt at verja leiðslu sína. Massimiliano Allegri, venjari hjá Juventus, ætlar ikki at gera sama feilin.

- Vit mugu verða vísir, tá vit velja, nær vit skulu loypa á og nær vit skulu verja. Vit mugu halda høvdinum klárum og ikki hugsa um støðuna. Vit fara eftir sigrinum aftur í kvøld, segði hann.

 

- Barcelona hava tríggjar áloyparar í heimsflokki, men eg havi álit á, at mín miðja og mín verja klára at steðga teimum, sigur hann undan dystinum í kvøld.

 

Hin dysturin í kvøld er millum Monaco og Borussia Dortmund. Monaco vann fyrra dystin 3-2.

- Vit hava evnini til at vinna hendan dystin við tveimum málum. Vit loypa á frá fyrsta til síðsta minutt, segði Thomas Tüchel, venjari hjá Borussia Dirtmund, á tíðindafundinum.

 

Leonardo Jardim, venjari hjá Monaco, vísti á, at einki er avgjørt enn.

- Vit eru 90 minuttir frá eini semifinalu, men tað eru teir sum so eisini. Vit eru vanir at spæla á ein ávísan hátt, og vit broyta ikki okkara DNA. Kanska mugu vit skora, um vit skulu fara víðari. Eg vænti, at Dortmund verður væl betri fyri enn í fyrra dystinum, segði hann.