Á eitt ára degnum fyri, at koronutiltøk vórðu sett í gildi í Føroyum, skrivar rithøvundin Høgni Mohr hugleiðandi essay í Sosialinum um vikuskiftið. Hann viðger, hvussu hann hevur upplivað hetta seinasta árið og skrivar millum annað:
» Vit mugu seta spurnartekn við alt yvirvald. Gera vit ikki tað, so enda vit á einum tilveruligum vegamóti. Har stendur menniskjan einsamøll og leitar í dagsins rótikassa fyri at finna eina ella aðra diagnosu ella onkra nýggja lívsbroyting at verma seg við.«
(...)
»Fyrst sigur onkur myndugleikapersónur okkurt. Ella WHO sendir okkurt út. Síðan lofta fjølmiðlarnir tí, sálda meginpartin frá og varpa tað mest blendandi og ræðandi. Hetta endar sum ekkó í høvdinum á upprunakeldunum, sendaranum, sum brádliga sær, at hann gjøgnum fjølmiðlaheipið er blivin kosmopolyppur overnight.
Hesi fakfólk, millum annað kavablindir læknar, blendaðir av sínum egnu, kritahvítu kitlum, missa jørðforbindilsið og evnini at reflektera um sín egna leiklut. Eftir stendur, at hetta einans er skilvíst á einum narsissistiskum stigi; tað hevur lítið og einki við farsóttir at gera.«
##med2##
Í einum øðrum broti skrivar Høgni Mohr:
» Hava vit sæð hetta fyrr? Svarið er ja. Kanska doyggja einir tíggju føroyingar um árið av beinkrími, uttan at øll tey 53.000 eftirsitandi leggja seg í spritt og avlýsa lívið, ella at útvarpið kunnger, hvussu nógv hava fingið beinkrím seinasta samdøgrið.«
Greinin hjá Høgna Mohr kann lesast í fullum líki í Sosialinum hetta vikuskiftið.











